Menna egnan førleika í oljuvinnuni


Týsdagin byrjaði nýtt skeið í søgu Handilsskúlans. Henda morgunin fóru 20 næmingar te. fólk úr føroyska vinnulívinum og almennu umsitingini í skúla aftur. Talan er um eina røð av skeiðum, sum fyrst og fremst snúgva seg um heilsu, trygd og umhvørvi í eini komandi oljuvinnu.

 


Útbúgving og olja



Oljuvirksemið, ið nú er við at taka seg upp í Føroyum, setir stór krøv til heilsu, trygd og umhvørvi (HTU). Handilsháskúlin BI í Stavanger hevur saman við Føroya Handilsskúla tikið ímóti hesi avbjóðing og hevur gjørt eina spildurnýggja útbúgvingarætlan fyri føroyingar, sum ætla sær at arbeiða í eini komandi oljuvinnu. Henda útbúgvingarskrá, sum er í fimm modulum, har hvørt er uppá 40 tímar, er ætlað øllum teimum, ið beinleiðis ella óbeinleiðis koma í samband við nýggju lóggávuna, sum er gjørd til at varða um HTU í sambandi við leitivirksemi á føroyska landgrunninum. Skráin er tó serliga ætlað teimum, sum arbeiða ella ætla at arbeiða hjá oljufeløgunum ella veitarum undir teimum.


Týsmorgunin fóru so 20 fólk seg aftur á skúlabonk, hesaferð á Hotel Føroyum. Hetta er so fyrsta av fimm modulum, sum verða hildin í fimm umførum til út í oktober mánað.


Ragnar Magnussen, stjóri á Føroya Handilsskúla er sera fegin um nýggja tiltakið, sum hann vónar fer at økja um áhugan fyri skúlanum. At tey fara at hækka støðið á skúlanum er eingin ivi um og fer tað at geva honum heitið sum handilsháskúli.


Ragnar Magnussen sigur, at hetta skeiðið er so bert ein byrjan. Tað er ynski skúlans at kunna gera uppaftur meira í framtíðini á vinnuøkinum og vísir hann á, at millum krøvini, sum fara at verða sett øllum føroyskum fyritøkum, sum ynskja at gerast veitarar til oljuvinnuna er roknskapur, bygnaður, góðska og sum tað kanska mest týdningarmikla HTU, sum stendur fyri heilsu, trygd og umhvørvi. Øll virki, sum ætla sær at vera við í vinnuni, skulu hava eina HTU skipan. Skeið í hesum verður so eisini kravt av øllum, sum skulu arbeiða hjá oljufeløgunum.


-Vit eru so í ferð við at fáa henda førleika inn í føroyskt vinnulív og umsiting, sum fer at hava nakað við hesa vinnu at gera, og vit halda, at tað er rætt, at vit sum skúli eisini eru við í hesum, sigur Ragnar Magnussen, sum vísir til tað frálíka samstarvið tey hava fingið við Handilsháskúlan í Stavanger. Har hava tey arbeitt við hesum, síðani oljuvinnan kom til Noregs.


Skeiðið, sum byrjaði týsdagin, er tað fyrsta av fimm modulum. Tað snýr seg m.a. um at kunna seg við lóggávuna á umrøddu økjum, og alt tað, sum har til hoyrir. Eitt, sum eisini hevur stóran týdning á slíkum skeiðum, sigur handilsskúlastjórin, er at fáa fólk, sum skulu arbeiða í oljuvinnuni, beinleiðis ella óbeinleiðis, at hava tann rætta hugburðin. -Tá man arbeiðir innan oljuvinnuna roknar man við eins og í flogferðsluni, at eingi mistøk verða gjørd. Koma mistøk fyri fáa tey álvarsligar fylgjur. Tað er tað man roynir at sleppa undan.


Skeiðini kunnu so eisini verða ein partur av eini Bachelor of Management útbúgving. Hesi fimm skeiðini (modulini) koma at telja ein sættapart av eini slíkari útbúgving.


Fólkini, sum hava teknað seg til skeiðið koma frá ymsum fyritøkum so sum skipafeløgum og almennum stovnum. Talan er um arbeiðsfólk, sjófólk, sakførarar, kemiídnaðarfólk, fólk frá Oljumálastýrinum og Mentamálastýrinum, landssjúkrahúsinum osfr. Ragnar Magnussen heldur hetta er ein góð samanblanding og hava tey rakt teir bólkar, sum ætlanin var, men hann heldur talið kundi verið størri. Hann hevði kanska roknað við 30 luttakarunum.


Ragnar Magnussen sigur, at tað er umráðandi, at føroyingar, sum koma at arbeiða í oljuvinnuni fara við á slík skeið, ikki minst nú tey eru so bílig, nú Statoil sponsorerar tey. Statoil letur 1,5 mill. kr. til skeiðini komandi 3 árini. Harumframt skulu luttakararnir sjálvir gjalda 500 kr. fyri hvørt av modulunum. Hetta er fyri mat og innivist. So skeiðini sum so eru mestsum ókeypis.


Tríggir av teimum fimm undirvísarunum koma úr Noregi, men ætlanin er, at øll undirvísingin skal verða á føroyskum hondum sum frálíðir.


-Tað er eingin loyna, at vit við slíkum tiltaki ætla, at Handilsskúlin skal koma upp á eitt handilsháskúlastøði. Tað vil siga, at vit kunnu undirvísa á Bachelorstøði. Í dag er tann hægsta útbúgvingin tú kanst taka á skúlanum 1. partur av HD.


Sosialurin skilur, at hetta, sum Handilsskúlin hevur tikið stig til, er bert ein partur av eini røð av skeiðum og tilboðum, sum fara at verða boðin út av føroyskum undirvísingarstovnum komandi árini. Her koma eisini teknisku skúlarnir, sjómanskúlarnir, Fróðskaparsetrið oa. inn í myndina.