Í dag er føroyska flogbólts manslandsliðið farið avstað til Luxembourg at kappast í EM-undankapping fyri smátjóðir, sum verður um vikuskiftið.
Føroyar eru í bólki við Skotlandi, Írlandi, Norðurírlandi og Luxembourg, so flogbóltsmenninir skulu spæla tilsamans fýra dystir.
Tann fyrsti verður fríggjadagin klokkan 17 ímóti Írlandi, so verður spælt ímóti bæði Luxembourg og Norðurírlandi leygardagin og at enda ímóti Skotlandi sunnudagin.
Venjari hjá føroyska liðnum er Romica Øster og aftur at sær hevur hann Suna Hansen sum hjálparvenjara, og teir hava tikið hesar spælarar út til kappingina:
Thorvald Danielsen, Trygva Hansen og Jón Syderbø úr Mjølni, Boga Midjord og Suna Juul Pedersen úr Fleyr, Ólav Jensen og Jón Joensen úr SÍ, Fróða Bærentsen og Rasmus Mortensen Potts úr TB, Gunnar Olsen Jørgensen og Jóhan Petur á Stongum úr Aalborg Volley og Bjarna Larsen úr ÍF.