Tey flestu kenna søgurnar um Valhalla og Quark. Teknirøðirnar, sum eisini eru týddar til føroyskt. Bøkurnar góvu fólkum innlit í Norðurlendsku gudalæruna, ið ráddi í gomlum døgum.
Nú hevur kristna læran fingið eina minst líka flott teknirøð. Maðurin, sum teknaði Valhalla, Peter Madsen, hevur gjørt eina fantastiska teknirøð við heitinum »Menniskjusonurin«. Hon er júst útkomin á føroyskum. Heri Tróndheim týddi donsku útgávuna frá 1995 til føroyskt. Danska útgávan hevur selt í meira enn 65.000 eintøkum, og hon er millum annað týdd til franskt. Føroyska útgávan er komin í lag eftir ynski frá Bíbliufelagnum, har Bergur D. Joensen, prestur, er formaður.
Lat tað vera sagt beinanvegin. Hetta líkist als ikki teimum heldur keðiligu, bíbilsku myndabókunum, sum við sínum yvirpedagogiska endamáli súgva allan dramatikk og spenning úr søgunum.
Tvørturímóti. Talan er um eitt meistaraverk, og listarliga støðið er høgt. Ljósið, eygnabráðini og vinklarnir eru so spennandi, at tú kennir teg til staðar. Tað er næstan sum at síggja ein film, ið er í ætt við fantasy-sjangruna, sum er so nógv frammi í dag. Einki er spart.
Samanskrivað søga
»Menniskjusonurin« er ikki ein teknirøð yvir alla Bíbliuna. Teknirøðin er grundað á tey fýra evangeliini í Nýggja testamenti skrivað saman í eina søgu. Søgan byrjar og endar við krossinum á Golgata. Á fyrstu síðu er krossurin svartur. Á síðstu síðuni er krossurin hvítur og skaptur av útrættu ørmunum hjá Jesusi, tá hann sigur sínum lærusveinum farvæl.
Søgan verður søgd av Pæturi apostli. Hann er tann menniskjaliga tilgongdin til søguna. Pætur lænir okkum eyguni at síggja tær hjartanemandi og skakandi hendingarnar í Jesu lívi. Hann er útvaldur til at siga frá, so at útsøgnirnar hjá Jesusi kunnu koma so tætt orðaljóðinum í Bíbliuni sum tilber.
Grafiskt er munur á tí, sum Jesus og Pætur siga, og Pætur gevur eisini sínar viðmerkingar til tað, sum hendir. Soleiðis ber til, at teknirøðin er trúgv ímóti Bíbliuni, og kortini er tónin gerandisligur.
Filmisk teknirøð
Hóast nokk so nógvur tekstur er í teknirøðini, so hevði hann ikki megnað at staðið einsamallur. Í hesum liggur nakað av tí, sum ger, at teknirøðin líkist einum filmi. Javnvág er funnin millum mynd og tekst, so tað eru myndirnar, sum bera frásøgnina á mál.
Teknarin hevur við ljósi, skuggum og symbolum skapt ávíst huglag til tær ymisku hendingarnar, so tú uttan at vita av tí, verður ávirkaður. Tú følir og tulkar. Hetta er sama kynstur, sum filmurin ger sær dælt av, og tað kemur teknarin væl frá. Rúmd er fyri, at tú hugsar sjálvur, og onkuntíð er tað næstan, sum tónleikur liggur undir.
Ikki fyri smábørn
Onkustaðni flýtir blóðið, og yvirhøvur kann sigast, at »Menniskjusonurin« er ikki fyri veikar sálir ella smábørn. Sjálvur hevur Peter Madsen sagt, at teknirøðin er fyri børn frá fermingaraldri og uppeftir.
Tað ónda og døkka hevur eisini fingið sítt pláss eins og tað hevur í Bíbliuni. Tað góða kemur á hendan hátt betri til sjóndar, tí uttan tað ónda er tað góða ikki til. Illimaður ella Satan er avmyndaður sum ein avskeplaður Jesus, og tað kann tykjast eitt sindur ørkymlandi. Helst vísir tað, at tað ónda og góða er ein partur av okkum øllum, og tess fleiri freistingum, Jesus stendur ímóti, tess veikari gerst illimaður.
»Menniskjusonurin« er 163 síður. Bíbliufelagið gevur út, og bókin fæst til keyps í bókabúðunum fyri 150 krónur.
MYBDATXT
Menniskjusonurin eftir Peter Madsen er eitt meistaraverk. Nú á føroyskum