bogaskjóting
Í fyrstu face to face kappingini í Føroyum í fleiri ár, vísti tað seg, at tað skuldu vera tvey ung, ið fóru allan vegin. Face to face er ein variantur av bogaskjóting, ið vindur alsamt meira uppá seg kring knøttin. Helst tí tað alla tíðina er talan um dystir, har ein pílur avgerð alt, og hetta verður mett sum mest spennandi parturin av bogaskjóting. 12 pílar, ein kappingarneyti, ein vinnari og ein tapari.
Fyrri parturin er tó ikki so avgerandi. Talan er um eitt slag av bólkaspæli, har allir skjúttarnir skjóta ímóti teimum tey eru í bólki saman við. Har verða síðani stig givin. Tvey fyri vunnan dyst, eitt fyri javnleik og onki fyri taptan dyst. Vanliga eru tveir bólkar.
Úr hesum bólkum fara at enda nummar eitt og tvey víðari til hálvfinalurnar, har nummar eitt í einum bólki skjýtur ímóti nummar tvey í hinum bólkinum.
Recurve
Annika Vang, dóttir Schandorff og Sigrid Vang, legði seg tíðliga klárt á odda í sínum bólki. Hon vann allar dystirnar og kom tí víðari sum fremsti skjútti. Á vegnum skeyt hon tvey nýggj føroysk met, so illa kann sigast annað enn, at babyVang, ið var millum ringastu skjúttarnar seinasta vikuskiftið hevur tikið seg saman, og nú veruliga vísir evnini hon altíð hevur havt. Hin, ið kom víðari í fyrra bólkinum var Jógvan Magnus Andreasen.
Í hálvfinaluni skeyt Jógvan Magnus Andreasen ímóti Torfinni Hansen. Torfinn Hansen vísti seg sum ein stórur biti at slíka hjá Jógvan Magnusi Andreasen, tí Torfinn Hansen vann dystin, hóast hann var sera javnur, og umskjóting tvær ferðir var á skránni.
Í hinari hálvfinaluni skutu Annika Vang og Absalon Hansen, ið aftur var at síggja í skjótihøllini, eftir ein longri steðg frá skjótingini. Annika Vang gjørdi skjótt av við Absalon, og vann dystin 3-0. Hetta er størsti sigur, ið til ber, í hálvfinalunum í face to face, har tann besti út av fimm vinnur dystin.
Um triðja plássið skutu Absalon Hansen og Jógvan Magnus Andreasen. Absalon Hansen vann dystin 4-3. Í finalunum skjýtur mann best út av sjey dystum.
Tað var líkt til, at tað sum ávirkaði Absalon Hansen í hálvfinaluni nú var burtur, tí hann megnaði at skjóta frá 25-28 stig – út av 30 – í hvørjum umgangi, í mun til 20-25, ið hann skeyt í hálvfinaluni.
Í finaluni skutu Torfinn Hansen og Annika Vang. Annika Vang megnaði við skjóting, ið ikki heilt rakk til støði hennara fyrr á degnum, at vinna kappingina. Hon vann finaluna 4-2, og hóast sigurin sá út til at vera í vanda eina lítla løtu, var ongantíð veruligur ivi um, at Annika Vang hevði uppiborið at vinna kappingina, við hennara javntgóðu skjóting og tveimum føroyskum metum fyri kvinnur, hevði uppiborið at vinna fyrstu kappingina í longri tíð.
Compound
Ungu skjúttarnir í compoundbólkinum síggja bara út til at gerast sterkari og sterkari. Eldru skjúttarnir kláraðu seg ikki illa, men tá tað til stykkis kom, vóru tveir ungir mans á fyrsta og øðrum plássið.
Sigrid Vang vildi heldur ikki, at dóttirin skuldi gerast tann einasta við føroyskum metið, so mamman syrgdi fyri at skjóta eitt sjálv eisini. 114 stig av 120 møguligum fyri 12 pílar. Hetta er samstundis eitt stig minni enn, hvat Annika fekk í recurvebólkinum, so mann kann gita sær til, hvat tær tosa um.
Ungu skjúttarnir vístu frá byrjan ein góðan innstilling til kappingina, og megnaðu rímiliga ofta at vinna ímóti eldru kappingarneytunum.
Tá komi var í hálvfinaluna, vóru tveir ungir skjúttar eftir og so tey bæði, Sigrid og Schandorff Vang.
hálvfinalurnar vóru báðar rímiliga spennandi, har Kaj Johannesen gjørdist næsti skjútti í ár at vinna ímóti venjaranum, Schandorffi Vang. Úrslitið gjørdist 3-2 til Kaj Johannesen, sum kom í sína fyrstu finalu nakrantíð fyri vaksin.
Í hinari hálvfinaluni skutu Sigrid Vang og Magnus Andreassen. Magnus Andreassen vann 3-1, og kom sostatt, júst sum Kaj Johannesen, í sína fyrstu finalu.
Um triðja plássið skutu Schandorff Vang og Sigrid Vang. Maðurin vann 4-0, men talan var ikki um nakran ójavnan dyst, tí í fýra umgangum mátti umskjóting til.
Í finaluni skutu Kaj Johannesen og Magnus Andreassen. Illa kundi hon verið meiri jøvn, og ein tað var í veruleikanum bert ein pílur, ið avgjørdi dystin. Hesin pílur var til fyrimuns hjá Kaj Johannesen, ið tískil vann sína fyrstu kapping.
Sum heild kann mann siga, at tað var ein kapping, sum var jøvn og spennandi, hóast fasilitetirnir í skjótihøllini í Havn ikki eru so góðir til face to face skjóting. Áhugavert var, at skjúttar við talentið, men sum ikki hava skotið so væl í ár sluppu framat, og veruliga vístu mentala styrki.