MENTANARVIRÐISLØN LANDSINS 2007 - Zacharias Heinesen

Røðan, sum Malan Marnersdóttir helt í Norðurlandahúsinum mánkavøldið í sambandi við, at Zacharias Heinesen fekk Mentanarheiðursløn landsins

Fyrsta festliga heilsanin, tá ið tú komst inn á Hotel Føroyar á Konga­brúnni, vóru flottar litfagrar myndir eftir Zacharias Heinesen. Myndirnar vóru vist gáva frá landsstýrinum, og tá ið løgmaður, sum tá var Chr. Djurhuus, sá tær fyrstu ferð, skal hann hava sagt, at tær sóu eystur­lendskar út. Satt at siga kennast tær sum tiknar úr 1001 nátt. Nú hanga partar av myndini í barrini á nýggja hotellinum.
 
Zacharias Heinesen er eitt av listafólkunum her á landi, sum tey flestu kenna onkra mynd hjá – kanska uttan at vita av tí. Tey, sum hava gingið í skúla í Havn, í Komm­unuskúlanum, í Eystur­skúlanum og í Hoydølum eru vaksin upp við myndum hansara.
 
Zacharias Heinesen gekk til handa í Kommunu­skúlahøllini, tá ið Williami Heinesen og Janus Kamban gjørdu Sjúrðarkvæðamyndirnar har. Eins og Zacharias hevði ein fingur við í hesum myndunum, soleiðis hevði William ein fingur við í myndini hjá Zachariasi á hotellinum: William hevur málað fólkið longst til høgru, er mær sagt.
 
Fýrakantar og tríkantar eru grundstrukurarnir í fyrstu myndunum, og teir eyðkenna ein týðandi part av verkum hansara sum heild. Landsløg eru loyst sundur í geometriskar figurar, sum litir savna aftur til kend skap: hús, fjøll og sjógv.
 
Hetta stílslagið kallast kubisma, og hjá Zachariasi Heinesen er kubisman sett saman við "pointelismu" – hetta at seta litirnar á løriftið í blettum. Tað sum hugtekur meg og fær hesar myndirnar at liva er, at millum kubisku og ymiskt littu skapini eru ofta glopp, har gult ella reytt líkasum kemur undan og geva heildini ein lættan dám. Gloppini fáa kantutu formarnar at lyftast giddandi út frá løriftinum. Úrslitið minnir meg á nakrar reglur í yrkingini "Panorama med regnbue" eftir William Heinesen:
 
Disse huse og tårne
der samtidig er dansende gudinder
i rober af frembrydende solskin!
 
Disse funklende vinduesrækkers millioner
der samtidig er himmelske orkesterpartiturer
(....)
Disse spejlvåde og solflimrende tages genskær                       <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Samlede digte, s. 369.
 
Strokini í hesum myndunum eru stutt og grov har uppturkaðir málingablettir standa eftir og geva myndini ein skulpturellan dám.
 
Kubisku formarnir hava komplementer- og stundum kontrastlitir, sum skapa skil soleiðis at landslagið stígur fram úr tí geometriska – ikki sum tað er í "veruleikanum", men soleiðis sum Zacharias hevur sæð tað. Og tað er tað, sum er tað áhugaverda í landslags­mynd­um: Tær lata upp fyri nýggjum brigdum í fjallinum, bygdini og sjónum. Kjarni í myndum sum "Sólglotti" (1991) er sólarljósið, gulir puntar, sum stava niður gjøgnum myndina í gylta skurðinum eitt sindur til viks fyri miðjuna, og sum hava eitt kontrapunkt í hinum borðinum. Guli liturin liggur undir miðjuni í motivinum og gerst reydligari longri frá kraftarfulla deplinum. Hetta er umhvørvislýsing og lívstolking.
 
Kubistiski málingahátturin hevur listasøgligar røtur í verkum hjá Picasso og Braque. Cezanne hómast meira enn so í litføgru fjallasíðunum. Og seinasta kvøldmál­tíðin hjá Leonardo da Vinci hevur Zacharias Heinesen siterað á sín egna kubistiska hátt, so hon er vorðin eitt festligt veitsluborð.
 
Ikki alt, sum Zacharias málar er kubistiskt. Á Listasavninum hongur tann yndisliga myndin “Á Núgvuni”. Hon fær allar daprar tankar at hvørva sum døgg fyri sól. Hann hevur gjørt kollagur burtur úr brúkslutum sum tollum og øðrum træpettum og sum til samans mynda eina heild. Fyrst í 1990'unum var tað sum slepti Zacharias puntuta sniðnum, og fór at royna aðrar leiðir. Landsløgini fingu tann nú eyðkenda gráblá dámin við næstan ósjónligum, fínligum og longri strokum. Men á seinastu Heyst­framsýning var ein málningur, sum vísti, at Zacharias Heinesen viðhvørt vendir aftur til ungdómsins leikandi kubismu.
 
Zacharias Heinesen er tann sterkasti listamálarin her á landi í dag. Sterkasti skilt á tann hátt, at hann er fyrimynd hjá nógvum <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$monnum í føroyskari list. Teir yngru stríðast við og ímóti ávirkanini hjá Zachariasi Heinesen. Talan er um uppgerð, sum ikki bara vendir teimum bak, sum vóru undan, men gongur gjøgnum eina tilgongd, sum umfatar alt frá herming í fullum álvara til spei­rek­andi eftirgerð og á tann hátt leiðir listamannin gjøgnum alskyns háttaløg. Hesa leiðandi støðuna ger tað sjálvsagt, at Zacharias Heinesen fær Mentanarvirðisløn landsins.
 
Takk fyri, Zacharias, og hjartaliga tillukku!