Mentunarcafé í Føroyahúsinum

   

Fríggakvøldið 30. mai kl. 20 fer myndahøggarin Hans Pauli Olsen at siga frá um list sína og við ljósmyndum vísa, hvussu hann arbeidir.
Aftaná fer rithøvund-in, Tóroddur Poulsen, at lesa upp úr nøkrum yrkingum sínum.
Anna Maria Olsen og Dánjal á Neystabø standa fyri café-tónleikinum, og tað er møguligt at keypa okkurt leskiligt afturvið.
Tað er Listafelagið, sum skipar fyri café-kvøldinum.