Mentunarskelk í Nepal

Tankar og hugleiðingar frá fyrsta degi úr stórfingna landinum Nepal

FERÐAFRÁSØGN


Aeroflop ella flott. Tá ið tað heldur skirvna flogfarið hjá russiska Aeroflop, ella tað eitur nú Aeroflot, hevði lent í Kathmandu, hevði eg veruliga hug at klappa, júst sum føroyingar eru kendir fyri at gera (ella gjørdu). Ferðin hevði verið long, einar 12-13 tímar úr Keypmannahavn, og tá havi eg ikki nevnt tann 7 tímar langa steðgin í tí 17 stig kalda Moskva. Ein lítil millumlending var eisini í Dubai og kendist tað har, sum um ein trein inn í eina prýðiliga borg. Har var eisini sera heitt. Marmorveggir og pálmar inni . . . eg kundi ikki lata verða við at hugsa um, hvussu tað mundi síggja út uttan fyri. Víðari hugsaði eg, hvussu mundi landið Nepal vera? Landið har eg skuldi vera í uml. 8 vikur? Var tað nakað so sum eg hevði hugsað mær og sæð í sjónvarpinum? Tað skuldi eg skjótt fáa greiði á. Seinasti parturin av ferðini var 4 tímar til høvuðsstaðin í Nepal, Kathmandu.
Visum eitt "must"
Tá ið eg steig úr flogfarinum og trein niður trappurnar, var eg glað fyri, at eg langt um leingi hevði rokkið mínum ferðamáli. Eg var í øllum góðum lend á Kathmandu flogvøllinum og skjótt skuldi mín ferð av álvara byrja. Eg var spent at síggja, hvat heimurin henda dag hevði at bjóða mær. Vit vóru, sum seyðir, rikin upp í ein buss, ið skuldi koyra okkum til komuhøllina. Bert 100 m hagani. Eg visti einki, um hvussu eg skuldi bera meg at, so eg avgjørdi, saman við Irdi og Lív (mínum ferðafelagum) bara at fylgja rúgvuni. Men eg bleiv eitt sindur kløkk, tá ið eg sá rekkjurnar av fólki, ið skuldu ígjøgnum tollin. Tíbetur sá eg, at tað var køin hjá teimum, ið einki visum høvdu. Pappírsrúgvan, ið skuldi útfyllast var ikki lítil. So eg kundi prísa meg lukkuliga fyri, at eg hevði fingið mítt visum heilt úr Danmark, tá ið eg gjørdi meg til hesa longu ferð. Eg skuldi bert útfylla nøkur fá onnur pappír, áðrenn eg spent kundi byrja at leita mær eftir viðførinum.
Snúsimentan
Tað var týðiligt, at teir vóru í holt við at umvæla flogvøllin. Teir gomlu útspýttu bjálkarnir og veggirnir høvdu fingið ein umgang. Tað er púra vanligt at nýta snús, og tá ið spýtast skal, ja, tá skal tað bara út og tá ræður um ikki at verða fyri. Fyrr vóru spýtibakkar, men í hesum nú uppsnollaða hølinum við marmorgólvum, vóru teir so passaliga tiknir burtur. So har var bert eitt at gera...at avlevera snúsklattin á veggin. Og tað eru ikki fá, ið hava hugsað tað sama. Reyðir snúsblettir vóru á hvørjum veggi og tað skuldi eg bert venja meg við, tí soleiðis sá tað út nógva staðni í býnum, eitt nú í stórum handlum.
Fryntligt fólkaslag
Eingin trupulleiki var at koma ígjøgnum tollin. Eg hevði ikki meiri enn fingið fatur á taskunum hjá mær, so stóðu tveir blíðir eldri menn klárir at taka tær. Men eg vildi als ikki lata tær frá mær, nú eg endiliga hevði fingið fatur á teimum aftur. So letur í einari "Teir vilja bara bera tær taskurnar út um, men tú verður uttan iva noydd at gjalda teimum 10-15 rupies aftur fyri". Eg takkaði og vildi heldur bera taskurnar sjálv. Tá ið eg so fekk skil uppá peningaviðurskiftini, sá eg, at talan var bert um 1,50 føroyskar krónur. Men áðrenn eg kundi fara út úr flogvøllinum, sá eg, at tey lokalu vóru biðin um enn einaferð at lata viðførið hjá sær ígjøgnum nakrar røngenmaskinur, so eg gekk trúgv yvir ímóti teimum. Men bert fyri at blíva veittrað víðari. Ein av mongum fyrimunum, ið vit bleiklingar ella hvítu, ofta møtir í Nepal.
Móttøka við føroyskum flaggi
Tað var ikki smávegis móttøka, ið møtti mær og hinum ferðandi, tá ið vit traðkaðu út í sólina uttan fyri flogvøllin. Tað allar fyrsta eg sá, var eitt føroyskt flagg. Tað vóru Jan á Argjaboða og Torgun Kragesteen, ið vóru so beinasom at koma eftir okkum. Við mær vóru Lív á Argjahøvda og Irdi Neshamar.
Vit skuldu allar gista hjá teimum, áðrenn familjan hjá Lív kom eftir okkum. Vit skuldu halda jól á fílabaki. Hevði tað verið á rossabaki skuldi eg kent meg sum heima.
Vápnaðir hermenn
Jan arbeiðir við einari el-ætlan í Kathmandu (fyri at stava navnið júst sum Nepalesarar vilja hava tað), so at hann hevði ein sokallaðan "Blueplate"-bil. Ein, ið ofta verður veittraður fram um hinar bilarnar í raðnum. Harumframt vóru tey sloppin heilt niðan til flogvøllin eftir okkum og tað var ikki ein og hvør, ið slapp tað. Øll lokal máttu steðga við høvuðsinnkoyringina og ganga niðan til komuhøllina. Ja, hóast tað, at tey møguliga høvdu 3-4 ferðataskur. Eitt hitt fyrsta, sum eg legði til merkis, var, at á veg oman frá flogvøllinum, stóðu vápnaðir hermenn. Var støðan verri enn eg hevði lisið á alnótini og hoyrt í tíðindunum heima? Nei, eg skuldi skjótt venja meg við at síggja hesar vápnaðu unglingar ymsa staðni í býnum. Mær varð sagt, at teir vóru blivnir fleiri í tali eftir at kongafamiljan var blivin myrd og landið var lýst í undantaksstøðu. Tað var skjótt, at eg lærdi, at teir bláu vóru løgreglumenn og teir grønu vóru hermenn, heilt óvitandi um, at eg skuldi hitta teir ofta, áðrenn eg vendi nøsina heim aftur á klettarnar.
Ferðin til slottið
Á leiðini heim til Jan og Torgunn, sat eg púra málleys og gloypti alt tað eg sá í meg. Alt var so nýtt og so spennandi. Eg mátti út at síggja meiri av býnum. Á gøtunum vóru eitt ótal av fólki og kríatúrum á hvørjum horni. Húsini vóru als ikki, sum eg kendi tey í Føroyum. Tað var ein heldur hektiskt ella stressað fyrsta sjón. Tó máttu vit fyrst hava eina løtu at koma fyri okkum eftir hesa longu ferðina. Tá ið vit komu at húsunum hjá útisetunum, ivaðist eg í, um eg var komin til eitt slott ella um tað bert líktist einum. Við einum stórum prýðiligum portri framman fyri húsini, var eingin ivi í, at her búði eingin nepalesari.
Lítli trygdarvørðurin
Ein sera blíður maður læt portrið upp, so at vit kundu koyra inn í túnið. Samstundis sum vit stigu úr bilinum, bukkaði hann kurteisliga, ímeðan hann helt saman hendur og segði "Namasté"- eina ferð fyri hvønn av okkum. Tað vísti seg, at hesin eldri harrin var trygdarvørður. Fyri mær syntist tað vera óneyðugt, tí at garðurin rundan um húsið var meiri enn eina manshædd høgur og ovast var hann "pyntaður" við píkatráði. Men so søgdu tey frá søgum um aðrar útisetar, ið høvdu havt innbrot, summi hóast tað, at tey høvdu ein trygdarvørð og vakthund. Í summum førum hildu tey, at tað var eina avtalu ímillum tjóvin og trygdarvørðin. So at best mátti vera at gera seg væl við starvsfólkini. Ja, har vóru fleiri starvsfólk. Ein kokkur og ein tænastukona umframt trygdarvørðarnar. Tænastukonan vaskaði klæði og helt húsið annars.
Svimjihylurin
Aftan fyri húsini høvdu tey ein svimjihyl. Tað var hitt fasta spæliplássið hjá børnunum í grannalagnum um summarið. Tá læt Tórgunn dyrnar upp fyri børnunum, so tey kundu njóta hylin saman við sær. Samstundis kundi hon læra enn meiri um fólkið og mentanina. Svimjihylurin var tómur nú, tí at tað var so kalt hesa tíðina. Kalt....?? Hugsaði eg fyri mær sjálvari í tí eg læt meg úr heitu troygguni og kom at hugsa um, hvussu býtt eg hevði verið at drassa mín, í Føroyum, so góða, síða dýnufrakka allan vegin higar. Tó tá ið hesin dagurin endaði og náttin kom, fataði eg, hví tey kallaðu tað eitt "føroyskt" summar.