Mercedes frá Waag fyri næstan tvær milliónir

Í framsýningarhølunum hjá Waag & Company við Hoyvíksvegin er ein Mercedes-Benz GT AMG, sum er ein ektaður sportsbilur við sera flottum designi.

 

Bilurin er nakað heilt serligt og ein tann mest sportsligi hjá Mercedes. Motorurin er ein 4,0 litra V8 við 462 hk, sum koyrir frá 0-100 upp á 3,8 sekund og toppferðin er umleið 300 km/t. Bensinnýtslan er 10,8 km/l.  

 

At sita við rattið á hesum bilinum er ein uppliving. Tað er sum at seta seg í stýrihúsið í einum flogfari. Bilurin er merktur av, at hann veruliga er gjørdur til at koyra skjótt. Tað sæst t.d. á ventileraðu bremsuskivunum og innbygda spoilaranum aftan sum lyftir seg upp og stabiliserar bilin, tá ferðin veksur. Eisini hevur hann panorama glastak og so at siga alla eykaútgerð.

 

Í Danmark kostar bilurin 2.5 millónir sum standard, og við allari eykaútgerðini kostar hann yvir 2,9 milliónir. Her hjá okkum er prísurin »bert« 1,8 millión. Bilurin er komin higar sum ein framsýningarbilur, sum tó er til sølu um onkur hevur hug at keypa.