"Merkiðlið" gera nógv burturúr undan Týsklandsdystinum

Nýggja fjepparafelagið hjá hondbóltslandsliðnum ger sítt til at byggja eina fjepparamentan upp í samband við hondbóltslandsdystir

Nýggja fjepparafelagið hjá hondbóltslandsliðnum ætlar, at stuðulin til manslandsliðið skal merkjast í høllini á Hálsi í Havn í annaðkvøld klokkan 19 tá Føroyar og Týskland spæla HM-undandyst um rættin til at taka lut í HM-endaspælinum í Pólandi og Svøríki komandi januar. Týskland er á odda 34-26 frá fyrra dystinum í Kiel.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Í stuttari samrøðu við in.fo sigur Ásbjørn N. Nattestad: - Merkiðliđ skipar fyri ókeypis andlitsmáling til landsdystin í morgin. Tað verður møguligt at mála alt andlitið eisini.

Samstundis selir Merkiðlið eisini fjepparatroyggjur til teirra, sum eru áhugaði. Eitt møguligt yvirskot av hesum troyggjum fer til at skipa fyri betri upphiting til komandi landsdystir. Ásbjørn sigur, at Merkiðlið ynskir at takka Bank Nordik, Effo og Atlantic Airways fyri at stuðla keypinum av hesum troyggjunum.

Troyggjurnar koma at kosta 150 krónur. Og so vóni eg sjálvsagt, at undirtøka verður fyri at keypa hesar troyggjur.

Annars vóni eg bara, at fólk eru við upp á at rópa og stuðla okkara monnum í morgin. Og eg kann einans heita á øll sum møta til landsdystin í morgin klokkan 19 um at lata seg í hvítt um tað letur seg gera. Um ikki so ber sjálvandi til at keypa sær eina fjepparatroyggju, sigur Ásbjørn.