Merkja einki til grindamótmæli

AIDA, sum hevur avlýst sínar túrar til Klaksvíkar í ár, hevur bílagt pláss í Tórshavn bæði í 2016 og 2017.

Í farnu viku bórust tíðindini um, at týska ferðamannaskipafelagið AIDA hevur avlýst sínar komur til Føroya í ár. Eftir ætlan skuldu trý skip hjá felagnum koma til Klaksvíkar í summar, men hetta verður so av ongum.

 

Anfinn Hjelm, vinnusamskipari hjá Tórshavnar Havn sigur, at Tórshavnar Havn hevur ikki merkt nakað til nakra mótstøðu móti grindadrápi. Hann greiðir frá, at AIDA ikki hevur verið í Havn síðani 2012, tá teir vóru her einaferð, og áðrenn tað vitjaðu teir seinast í 2007. Hann veit tó, at AIDA hevur havt fleiri komur i Klaksvík seinastu árini.

 

Hann greiðir frá, at AIDA er í nakað av eini serstøðu, hvat djóravælferð viðvíkur. Ein av stjórunum í AIDA er nevniliga ein av stovnarunum av Greenpeace, og AIDA marknaðarførir seg í stóran mun við atliti at burðardygd og djóravælferð.

- Hetta er heilt serstakt við AIDA, og tí undrar tað meg ikki stórvegis, um júst AIDA skuldi avgjørt at valt Føroyar frá, orsaka av grindadrápinum.

- Tó hevur AIDA bílagt pláss til eina komu í 2016, og so seint sum fyri tveimum vikum síðani bíløgdu teir pláss til tvær ella tríggjar komur í 2017, sigur Anfinn Hjelm.

 

 

Sambært Anfinni Hjelm hevur Tórshavnar Havn einki merkt til, at nøkur mótstøða er móti grindadrápi, og hann vísir á, at bókingar fyri bæði 2016 og 2017 enn koma inn.

- Ilt er at siga, hvørjar langtíðar avleiðingar hetta fær fyri føroyska ferðavinnu, men líkt er til, at um okkurt einstakt felag leggur leiðina frá Føroyum, so eru onnur, ið økja teirra túratal. Stóra felagið TUI, sum nýtir lutfalsliga stór ferðamannaskip, hevur seinastu árini havt eina til tvær komur í Havn, men í 2017 hava teir bílagt tríggjar komur, sigur Anfinn Hjelm.

 

Hann ásannar tó, at fyri ferðaskrivstovur, ferðaleiðarar og tey, ið skipa fyri útferðum, er hetta ein nógv álvarsamari støða enn tað er hjá havnaskrivstovunum.

- Ferðamannaskipini geva okkum eitt gott ískoyti, men tað er ikki teimum, vit liva av. Inntøkurnar frá teimum svara til umleið fimm prosent av samlaðu inntøkunum hjá Tórshavnar Havn. Hinvegin liva ávís bussfeløg og ferðaleiðarar í stóran mun av ferðafólkum frá ferðamannaskipunum, og hjá teimum kemur tað heilt víst dátt við, at slíkar komur verða avlýstar, sigur Anfinn Hjelm.