Franska blaðið, France Football, hevur kunngjørt eina lista yvir hvørjir spælarar tjendu flest pengar í 2014. Talan er um lønir umframt aðar inntøkur, so sum lýsingaravtalur og annað. Lionel Messi er ovastur á listanum framman fyri Cristiano Ronaldo.
Lionel Messi tjendi í 2014 áleið 475 milliónir krónur. Tað er áleið 1,3 tríggjar millionnir krónur um dagin. Umframt at fáa eina risa løn frá Barcelona, so hevur hann lýsingaravtalur við eitt nú Adidas, telduspælið FIFA 15 og Turkish Airways.
Barcelona spælarin er vetið frammanfyri kappingarneytan úr Real Madrid, Cristiano Ronaldo. Portugisiski liðskiparin tjendi í fjør áleið 400 milliónir. Mett verður, at Cristiano Ronaldo fær meiri í løn frá Real Madrid, enn Lionel Messi ger frá Barcelona.
Eftir Messi og Ronaldo er eitt stót glop niður til nummar trý á listanum, sum er liðfelagin hjá Lionel Messi, Neymar Jr. Hann tjendi áleið 265 milliónir krónur, meðan landsmaðurin í Paris Saint-Germain, Thiago Silva, er á fjórða plássi við eini inntjening á áleið 200 milliónir krónur.
Tríggir spælarar frá Premier League eru á listanum. Robin van Persie úr Manchester United er á fimta plássi, meðan liðfelagin Wayne Rooney er á sjeynda plássi. Triðji Premier League spælarin er Sergio Aguero úr Manchester City.
Topp tíggju listin:
1. Lionel Messi (Barcelona) 486 milliónir krónur
2. Cristiano Ronaldo (Real Madrid) 404 milliónir krónur
3. Neymar Jr (Barcelona) 272 milliónir krónur
4. Thiago Silva (PSG) 203 milliónir krónur
5. Robin van Persie (Manchester United) 191 milliónir krónur
6. Gareth Bale (Real Madrid) 178 milliónir krónur
7. Wayne Rooney (Manchester United) 168 milliónir krónur
8. Zlatan Ibrahimovic (PSG) 161 milliónir krónur
9. Sergio Aguero (Manchester City) 159 milliónir krónur
10. Robert Lewandowski (Bayern Munchen) 151 milliónir krónur