Í dag vóru knappliga 130 tons á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum, og tað mesta var frá trolbátum av landleiðini og einum línuskipi, sum hevði verið undir Íslandi.
Góð 15 tons vóru av toski og umleið 15 tons av hýsu. Toskur II fór fyri 15,45 krónur, toskur III fyri 15,93 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 13,57 krónur. Meðalprísurin á hýsu II var 13,88 krónur og á hýsu III 11,75 krónur fyri kilo.
Góð 20 tons av brosmu fóru fyri 8,99 krónur í meðal, og 14 tons av blálongu fingu meðalprísin 7,77 krónur. 12 tons vóru av svartkalva, sum fór fyri 22 krónur kilo.
Nakað av reyðsprøku og tungu var frá trolbátunum. Tað mesta av reyðsprøkuni fór fyri 9,98 krónur, og tað mesta av tunguni fekk meðalprísin 21,34 krónur.
Tey 130 tonsini, sum vóru á uppboðssøluni í dag, vórðu seld fyri 1,75 millión krónur.