MEST fingið øll loyvi at gera nýggja turrdokk á Skála

Eitt samt býráð í Runavíkar Kommunu gav í gjárkvøldið MEST byggiloyvi at gera turrdokk á Skála

MEST hevur gjørt sáttmála við Articon sum heildarveitara, at standa fyri arbeiðinum.

Tí er nú klárt at byrja arbeiðið.

 

Í mun til upprunaligu æltanini hevur MEST valt at flyta dokkina 50 m í ein landnyrðing út á sjógv, burtur frá bygdini. Samstundis verður bryggjukanturin fluttur 50 m longur út. Nýggja dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp. 

Articon kemur at standa fyri verkætlanini og stendur nýggja turrdokkin á Skála væntandi klár at taka ímóti skipum um tvey ár.