Metúrslit hjá Eik Banka

Eik Banki almannakunngjørdi á middegi besta úrslit í søgu bankans. Yvirskotið fyri skatt er 465,3 milliónir krónur. Yvirskotið hjá Eik Banka í fjør er 465,3 milliónir krónur fyri skatt. Samanborið við 2006 er talan um eina framgongd á góðar 158 milliónir krónur, svarandi til 51,5 prosent.

Eik Banki hevur rentað sín eginpening 32,5 prosent eftir skatt. Eginpeningurin er nú 2,1 milliardir, samanborið við 1,2 milliard árið fyri. Eik Banki hevur sett sær sum mál, at renta sín eginpening við í minsta lagi 15 prosentum árliga. Solvensurin í Eik Banka er nú 12,0 prosent móti 11,0 prosentum árið fyri. Lógarkravið er 8 prosent.

Eik veksur

Eik Banki er farna árið skrásettur á virðisbrævamarknaðunum í Íslandi og Keypmannahavn. Somuleiðis hevur Eik-samtakið gjørt eina røð av strategiskum uppkeypum, bæði í Føroyum og Danmark. Tað hevur fingið bankan at vaksa.

Stóri vøksturin í virkseminum kann millum annað lýsast við javna bankans, ið eftir einum ári er øktur 84 prosent. Roknskapurin hjá Eik-samtakinum javnvigar nú við 21,7 milliardum krónum, samamborið við 11,8 milliardum árið fyri.

Nøgdur stjóri

- Bæði úti og heima stendur Eik-samtakið í dag í einari sterkari strategiskari støðu, ið er gott grundarlag undir framhaldandi vøkstri, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik.

Eik Banki er bjartskygdur um útlitini fyri 2008. Bankin væntar eitt yvirskot uppá 335 milliónir krónur, áðrenn virðisjavning, burturleggingar og skatt. Hetta er umleið 25 milliónir krónur meira enn í fjør. Eik Banki letur sínum eigarum 10 prosent í vinningsbýti av ársúrslitinum í fjør.