Metal funnið í pylsum

Summarið er hátíð fyri grilling og pylsueting hjá mongum. Tí kemur tað kanska illa við hjá onkrum, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú afturkallar nakrar pylsur, seldar í føroyskum handlum.

 

Talan er um pylsur av merkinum Tican Fresh Meat, sum verður selt í handlunum hjá Coop, sum verða afturkallaðar, tí at metal-petti eru funnin í pylsunum.

 

Metal-pettini kunnu skaða munn, svølg og tarmskipan um tey vera etin við vøruni.

 

Talan er um vørurnar:

Gourmet Bunchpølser m/ krydder, 280 gram, framleiddar 3. juni og best fyri 1. juli. EAN-kotan er 5706549508254.

 

Gourmetpølser med gourmetbacon, 400 gram, framleiddar 3. juni og best fyri 1. juli. EAN-kotan er 5706549508278.

 

Gourmetpølser med cheddar og jalapenos, 400 gram. Framleiddar 1. og 3. juni og best fyri ávikavist 29. uni og 1. juli. EAN-kotan er 5706549508292.

 

Ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru at lata vøruna inn aftur, har hon er keypt ella tveita hana burtur.