Methøgir prísir á hýsu

Tey 9 tonsini av hýsu, sum vórðu seld á Fiskamarknaði Føroya í dag, fingu rættiliga góðan prís. Besti hýsuprísur í dag var nevniliga heilt uppi á 23,40 krónum fyri kilo. Nøgdirnar av hýsu vóru ikki tær heilt stóru, men prísirnir vóru góðir.

Góð 600 kilo vóru av hýsu 1, og her var miðalprísurin 19,80. Góð 5 tons vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 18,18 krónur fyri kilo.

Leggjast kann aftrat, at besti hýsuprísur í dag var heilt uppi á 23,40 krónum fyri kilo. Tey 3,1 tonsini, sum vóru av hýsu 3, fingu miðalprísin 17,11.

Hetta eru rættiliga góðir hýsuprísir.

Eygleiðarar siga, at sjálvt gomul trolhýsa, sum vanliga liggur um einar 6 krónur, í dag fekk umleið 15 krónur fyri kilo.

Prísirnir á toski á Fiskamarknaði Føroya í dag vóru eisini góðir. Besti toskaprísur var 20,70, og besti miðalprísur fyri tosk var 19,89, sum var fyri góð 2,3 tons av toski 1.

Sløk 10 tons vóru av toski 5, og í dag var miðalprísurin 10,59 krónur fyri kilo.

Størsta einstaka nøgdin á marknaðinum í dag var upsi, og miðalprísurin fyri upsa lá omanfyri 9 krónur fyri kilo.

Orsøkin til, at meiri upsi er á marknaðinum í dag enn áður, er ivaleyst, at fiskurin verður útfluttur heilur og feskur.

Fyri at kunna útflyta heilan fisk, er kravt við lóg, at útflytari skal hava keypsváttan. Tí fer upsi um søluna hjá Fiskamarknaði Føroya, um hann annars skal útflytast feskur og heilur.