Mette skrivar út fólkatingsval í morgin

Tað verður helst um hálvgum tíggjutíðina í morgin, at Mette Frederiksen skrivar út fólkatingsval

 

Tað segði hon – næstan, tá stjónvarpsjournalisturin hjá DR, Kåre Quist, hevði eitt longri prát við hana í TV avísini í kvøld. 

Tá hann spurdi hana, um val verður skrivað út í morgin, svaraði hon:

– Tampen brænder

Klokken 10.30? (danska tíð)

– Det bliver varmere.

Er det der?

– Det er i hvert fald tæt på, svaraði hon.

Tað hevur verið greitt, at valið verður skrivað út nú, tí freistin, sum tey Radikalu settu forsætisráðfrúuni at skriva út valið var, tá Fólkatingið varð sett. Tað var ikki væntandi, at hon fór at gera tað í dag, tí í dag var tað bara hon sum hevði orðið. Tí hevur verið roknað við, at tað verður í morgin ella hósdagin – og gjørdi hon ikki tað, so høvdi tey Radikalu lagt fram misálitisuppskot ímóti stjórnini hósdagin.

Tað fer so valla at henda. Mette Frederiksen var rættiliga greið í kvøld, nógv greiðari, hon hevur verið um hetta valið nakrantíð. 

Tað er ikki vanligt, at stjórnarleiðarar úttala seg um, nær eitt val verður útskrivað, tí verður hetta, sum Mette Frederiksen segði í kvøld, mett sum rættiliga greið ábending um, at valið verður skrivað út í morgin.

Tá løgtingsval verður útskrivað, er freistin í minsta lagi 4 vikur og í mesta lagi 5 vikur. Tá fólkatingsval verður skrivað út er freistin ikki líka greið, men vanliga verður tað ikki skrivað út við styttri freist enn 20 dagar. Og verður val skrivað út í morgin, so kann tað í fyrsta lagi haldast týsdagin 25. otkober.