Meginfelag Føroyska Studenta hevði týskvøldið 11. August aðalfund á Reinsarínum. Ellivu fólk vóru vald í nýggja ráðið, har fýra av teimum vóru nývald.
Fitt av fólki var møtt upp til aðalfundin. Aðalfundurin byrjaði kl 17, har praktisk viðurskifti og kjak vóru á skránni. Síðani hevði Bústaðir eitt upplegg um ætlanirnar um at gera lestraríbúðir í Føroyum, og at enda var live tónleikur við Benjamini Petersen.
Á aðalfundinum bleiv heitt á ráðið um at arbeiða við nógvum spennandi viðurskiftum, har serliga arbeitt verður fyri týdninginum hjá lesandi í Føroyum.
Á aðalfundinum bleiv heitt á ráðið um at arbeiða fyri at taka samstarv upp við ISIC, soleiðis at lesandi kunnu fáa ágóðan av lestrarkortinum sum ISIC kann bjóða. At arbeiða fyri, at tað skal gerast lættari hjá útisetum at taka ymisk fak og próvtøkur í Føroyum, uttan at tað skal hava fíggjarligar avleiðingar fyri tey lesandi.
Ráðið samtykti eisini at seta eina lokala Føroyadeild á stovn, sum hevur til endamáls at arbeiða fyri at betra um lestarlívið hjá teimum lesandi í Føroyum.
Á tann hátt vil ráðið og Føroyadeildin arbeiða miðvíst fyri at lestrarstuðulurin skal hækkast, at tey lesandi fáa lestraríbúðir, og at lestrarmøguleikarnir í Føroyum gerast enn betur. Ráðið fegnast um, at ein lokal Føroyadeild er sett á stovn, har sjey limir eru við.
Eisini bleiv samtykt at hava eina NOM rástevnu í Føroyum um trý ár. NOM er stytting fyri Nordisk Ordførende Møte, og tað er eitt netverk millum studentafeløgini í Norðurlondum og teimum Baltisku londunum.
Síðst men ikki minst, so fer ráðið saman við lokaldeildunum at arbeiða víðari við, at tað skal gerast lættari hjá útisetum at fara á løgtingsval.
Trý teirra sum vóru við í gamla ráðnum, stillaðu ikki upp aftur. Hesi vóru Anna Krista í Dali, Ann Kristina Svabo Simonsen og Selma Dahl Erol. MFS ynskir at takka teimum hjartaliga fyri arbeiði, tey hava gjørt.
Nýggja ráðið sær soleiðis út:
Torstein Jóhannes Fríðfinsson, nývaldur
Eirikur H Sanderson, afturvaldur
Lív Egilsdóttir Olsen, afturvald
Poula Lassen, afturvald
Unn Augustudóttir Krákustein, afturvald
Anne M Hansen, nývald
Turid Christophersen, afturvald
Katrin Fríða Jógvansdótir, afturvald
Marjun Lindarstein, nývald
Guðrun Durhuus, nývald
Emil Hermansen, nývaldur
Torstein Jóhannes Fríðfinsson er nýggjur formaður í MFS, Eirikur Sanderson næstformaður, Ása Hammershaimb Christiansen kassameistari og Lív Egilsdóttir Olsen skrivari.