Kliché borðreiðir fyrst og fremst við mati úr Miðalhavinum. Nógvur kryddaður og marineraður matur er at fáa fyri sámuligan prís. Fleiri salatir eru eisini á matskránni.
Tað er Kamal Elghoul, kokkur, sum eigur nýggja staðið Kliché. Hann sigur, at matstovan er fyri familjur og onnur.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg havi sett á stovn egna matstovu, sigur Kamal Elghoul, sum hevur fýra fólk afturat sær í matstovuni í Vágsbotni.
Ein vanligur rættur kostar umleið 155 krónur, og dagsins rættur verður at fáa mánadag til fríggjadag.