Miðbýurin í Klaksvík

Archibald Black

 

Gløgt er gestsins eyga. Eg hevði vitjan av donskum listarmanni nú um dagarnar. Eftir at hava heilsað hvør upp á annan er eitt tað fyrsta hann sigur: “Jeg ser, at I er ved at fylde godt op inde i jeres smukke vig, den slags gjorde vi i Danmark tilbage i 60-70´erne. Hjemme hvor jeg bor er man ved at grave det hele op igen for at sætte det i oprindelig stand”.

Fyrstu ferð eg hoyrdi um ætlaða keypssentrið í miðbýnum, var eg í iva, helt tó, at hetta ljóðaði spennandi. Miðbý hava vit jú ongan.

Teir grannar vit annars samanbera okkum við hava fyri 15- 20 árum síðani lagt síni sentur út um býirnar.

Nú skal sigast, at eg sum so einki havi ímóti einum sentri, men er tað rætt at leggja tað mitt í hjartað í býnum? Eg haldi ikki!

Alt gott um ein risastóran matvøruhandil við slaktara, krásadeild og innkeypsvognum í amerikanskara stødd, hetta er tó eitt stað , eg fari til millum kl. 8.00 og 19.00 og ikki, tá ið eg fari í býin.

Fyri at eitt sentur skal yvirliva, má eitt stórt parkeringsøki til, og kunnu vit skjótt semjast um, at slík ikki eru serliga hugnalig.

Í útlandi havi eg gingið tvørtur um stórt parkeringsøki á náttartíð, har roynt varð at bøta um støðuna við smáum runnum og ljóssteyrum, men gjørdi hetta bert støðuna verri. Fyri hvørjar 5-10 metrar, mátti eg skeita aftur um bak, tí eg kendi meg ótryggan.

Um nøkur fá ár kunnu fólk á Skálafjørðinum koyra í undirsjóartunnli til Havnar, tá verður Stóratjørn eisini veruleiki. Kunnu vit kappast ímóti hesum? Eg haldi ikki.

Hvat kunnu vit so kappast við? Jú, vit kunnu bjóða ein miðbý, ið aðrir ikki hava.

Eg vil her taka táttin upp, ið Gunnar Nolsøe segði í útvarpssending: “Vit skulu hava eina brúgv tvørtur um vágna, ið bindur eystur og vestur saman”.

Hetta vildi eg tó broytt til eina byrging, sum skapar eina stóra rundgongu um handilslívið í miðbýnum. Í dag er støðan tann, at vit fara norðureftir og heimaftur, fyri síðani at fara úteftir. Keðiligt!

Ímynda vit okkum byrgingina lága við flag á síðunum og skráar av gróti, tættar ljóssteyrar, sum endurspeglast í sjónum á kvøldartíð, so fáa vit eina vakra sjón.

Vit kunnu eisini ímynda okkum eina oyggj mitt á byrgingini um 500-1000 fermetrar til støddar.

(tilfar er nóg mikið av). Gera vit síðani eina føroyska “pavillion” við flagtaki, kunnu jú ymsar framførslur havast har. Romantikari hugsar onkur, gaman í, hví ikki?

Innanfyri fáa vit ein stóran” dunnuhyl”. Hugsið tykkum nú ein vakran summardag. Árabátar, gummibátar, kajakkir og træbrúgvar- ein rættilig marina.

Framvið fjøruni kundu vit havt ein strandveg, eina gongugøtu. Eftir hesari kundu húsini havt íbúðir í erva og handlar í neðra. Vit høvdu tá fingið eina samanrenning av Bryggen og Nýhavnini, bert enn hugnaligari, tí vit hava útsýnið, byrgingina og “dunnuhylin”.

Fornminni, framtíðin og býráðið. Í hesum sambandi má og skal eg nevna bakkahjallarnar og neystið hjá Nólsoyar Pálli. Hetta økið kundi verið ein grøn perla, men liggur nú sum ein býarskomm.

Fleiri milliónir til eina rampu til framtíðarætlanir í Ánunum, eingin trupulleiki!

Nakrar fáar hundrað túsund til okkara samleika og fortíð, stórur trupulleiki!

Fyri ikki at gerast ov langrøkjutur, fari eg at enda her, onnur kunnu taka táttin uppaftur.

Mín meining er, at útfyllingin er ein syrgilig gøla!

Sagt varð at byrja við, at hetta var fyribils, og at útfyllingin skuldi takast burtur aftur.

Átti friðingarmynduleikin ikki at verið eftirspurdur ella gjørt vart við seg?. Var nøkur býarsamtykt?

Tað er eingin sum helst harmoniur í hasari útfyllingini sæð frá einum estetiskum horni. Eg haldi, vit eru alt ov skjót at apa okkum eftir tí útlendska. Hví ikki síggja tað serstaka hjá okkum sjálvum.

Fyri eftirtíðina skylda politikararnir okkara eftirkomarum at taka røttu avgerðina. Tað er ein stór ábyrgd. Her kann ikki hugsast um løtuvinning.

Teir eiga skommina ella æruna.