Miðlahúsið fingið nýggjan søluleiðara

Terji Nielsen hevur tikið við sum nýggjur Sølu- og Marknaðarleiðari í Miðlahúsinum. 

 

 

Sølu- og Marknaðardeildin í Miðlahúsinum hevur ein ógvuliga týðandi leiklut í virkseminum hjá fyritøkuni. Tað eru tey, sum taka sær av øllum lýsingum á øllum pallum hjá Miðlahúsinum, tað veri seg Sosialinum, Vikublaðnum, in.fo og øðrum, og sum eisini taka sær av marknaðarføring av fyritøkuni sjálvur. 

 

 

Terji Nielsen er ógvuliga royndur í føroyska miðlaheiminum, men tað er fyrst og fremst sum tíðindamaður, at hann hevur arbeitt.

 

 

Seinast árið hevur Terji Nielsen í vaksandi mun starvast á Sølu- og Marknaðardeildini í Miðlahúsinum, og hann er altso nú settur sum leiðari á deildini.

 

 

Umframt Terja Nielsen starvast fýra onnur fólk á Sølu- og Marknaðardeildini. Tey eru Magnus (Maggi) Gunnarsson, Noomi Weihe, Frida Mellemgaard og so Bartal í Gongini, sum byrjar á deildini nú 1. juni.