Miðlarnir og eg - Nita Næs

Hon vil heldur kenna fólk live, enn á netinum. Men netradio er harafturímóti tað heilt stóra á Nesi í Hvalba, har Nita Næs, lærari, býr.

Mítt blað
Haldi Sosialin av gomlum vana. Keypi Vikuskiftisdimmu. Lesi Informatión, Politiken, Kristeligt Dagblad og onnur donsk vikubløð, tá ið eg havi tíð.

Mín heimasíða
Startsíðan er v.fo. Eri fleiri ferðir um dagin inni á portalinum, suðurrás, skúlin.fo, snar.fo, kringvarpinum, løgting.fo og øðrum heimasíðum. Valkyrjurnar.org er eisini fín!

Mín tónleikur
M.a. miðaldartónleikur og fólkatónleikur.

Mítt sosiala netverk (t.d. Facebook)
Besta sosiala netverkið eru sambond, sum tú kanst seta eitt andlit á, fólk tú kennir av kjøti og blóði. Elektronisku miðlarnir eru hentir og stuttligir, men kunnu ikki kappast við veruligt sosialt netverk face to face..

Mín dvd
Sera nógvar. Serliga søgulig drama við kærleikans ótolandi sniðgøtum og lívsins lættleika goymdum ella vavdum í ...
Mítt magasin
Lesi og keypi altíð Kvinnu, vænti altíð meira innihald í blaðnum enn har er, gleðist tó um, at føroyska málið verður brúkt um øll hasi "kvinnutingini". Blaði ofta ógjøgnum Mess og Samvirke. Lesi Skúlablaðið, sum er eitt gott og áhugavert mánaðarblað, sum øll foreldur eisini áttu at fingið og skrivað í.

Mín sjónvarpsrás
Hyggi dagliga eftir tíðindum á donskum, enskum og føroyskum rásum.
Mín bók
Lesi í løtuni bókina Alberto, eftir Mariu Helleberg. Hetta er ein søgulig skaldsøga um lívið hjá Bertel Thorvaldsen. Ein sera væl skrivað og hjartarørandi bók!

Mítt útvarp
Vit hava netútvarp. Føroyska tilfarið er næstan bara tíðindini hjá KvF. Eg lurti nógv eftir kjaksendingum á t.d. P1.

Mín telefon: LM Ericsson, ein av teimum gomlu svørtu...
Hvat vilt tú ikki brúka miðlartíð uppá? Roksisendingar, endurtøkur, endursendingar, lýsingar og kjaksendinar um ávíst evnið, har tey luttakandi tó kortini ikki vita serliga nógv um ávísa evnið....

Hvat fýlist tú á í miðlunum? At farið verður so lætt um týdningarmikil evni. At tíðindafólk gevast at spyrja á hálvari leið ella ikki spyrja inn til kjarnuna. Føroysk tíðindafólk virka ofta líkaglað við úrslitið, bara sendingin kemur í luftina.

Hvat vilt tú hava meira av í miðlunum? At farið verður meira í dýpdina við tíðindum og kjaksendingum. Tá høvuðstíðindini eru, at danska sjónleikarakvinnan, sum spældi ein av lívvaktunum í sjónvapsrøðini "Livvagterne", hevur føroyska ommu og gongur í bundnum skóleystum - tá tími eg also ikki at lesa forsíðu høvuðstíðindini tann dagin.