Miðlarnir og eg - Sigrun Lið Joensen

Sigrun Lið Joensen úr Sørvági, lesur Ude og Hjemme, hyggur at X Factor og vil hava minni slatur í miðlunum.

Mítt blað - dag og vikublað

Sosialurin og Ude og Hjemme


Mín heimasíða

Portalurin, Vágaportalurun, EB, BT, H&M


Mín tónleikur

Ógvuliga blandað. Mær dámar væl Coldplay og Bon Jovi


Mítt sosiala netverk

Facebook og skype


Mín dvd

PS I Love You


Mítt magasin

Kvinna


Mín sjónvarpsrøð

Greys hvide verden, Ghostvhisperer og X Factor


Mín bók

Minnist onga bók í løtuni, bara kókibøkur


Mítt útvarp

Fyri tað mesta Rás 2, men Kringvarpið í døgurðatímanum og kl 18.


Mín telefon

Ein Samsung, sum mest verður brúkt at senda sms við. Havi hana altíð uppi á mær


Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?

Meiningsleyst slatur og gitingar


Hvat irriterar teg í miðlunum?

Tá tað handlar ov nógv um, at onkur kendur á ein ella annan hátt hevur traðka við síðurnar av. Eg kundi ikki lagt minnið í, um onkur er ótrúgvur, er í býnum í ongum trussum ella hevur drukkið ov nógv. Ella hvat tað nú kundi verið ...


Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?

Góð tíðindir, positivar søgur/hendingar og okkurt stuttligt