Miðverjarnir eru ikki so birgir

Bæði í B36 og EB/Streymi er neyðugt við broytingum í miðverjuni

Tað er ikki so ofta, at tað fríggjakvøld er møguleiki at síggja fótbólti á hægsta støði í Gundadali. Soleiðis verður tað í kvøld, tá ið B36 fær vitjan av EB/Streymi.

Tølini siga, at tað í miðal verða skorað fleiri enn trý mál, tá ið hesi bæði liðini dystast í Gundadali.

Tey hava dystast 26 ferðir í Gundadali, síðani EB/Streymur í 1994 fyrstu ferð snoddaði til bestu deildina. Tað var bara hetta eina árið. Síðani 2001 hevur EB/Streymur við undantak av 2016 verið í bestu deildini.

B36 hevur vunnið 15 ferðir, EB/Streymur hevur vunnið seks ferðir, og fimm ferðir er tað endað javnt. Málmunurin er 53 – 30 og í miðal eru skorað 3,2 mál. Tað er ongantíð endað málleyst, tá ið EB/Streymur hevur spælt ímóti B36 í Gundadali.

Síðsta ferðin, at EB/Streymur vann fulla úrtøku á útivølli ímóti B36 var í 2012. Á veg ímóti FM heitinum vann EB/Streymur tvær ferðir í Gundadali ímóti B36 – 2-1 og 4-1. Síðani tá hevur B36 verið greitt omaná á heimavølli. Tað er tó komið fyri tvær ferðir, at EB/Streymur hevur lumpað favorittarnar – 1-1 í 2015 og 2-2 í 2018.

Í báðum legunum eru miðverjar darvaðir av skaðum. Hjá EB/Streymi er Bjarni Petersen so mikið darvaður av skaða í hælsinuni, at hann er ikki førur fyri at spæla. Tað kann væl vera, at hann ikki fer at spæla aftur við EB/Streymi. Hann er leigaður úr B36, sum hevur trupulleikar í miðverjuni, og tí fer Bjarni at flyta aftur til barndómsfelagið, nú flytingarvindeygað letur upp.

Hjá B36 er Erling D. Jacobsen skaddur, og tað er ivasamt, um Sonni Ragnar Nattestad er førur fyri at spæla. Ein annar miðverji, lðformaðurin Andrias H. Eriksen, hevur verið skaddur, men var við í 4-2 tapinum í Gøtu. Alex Mellemgaard er leikbannaður, og málverjin Símun Rógvi Hansen og miðvallarin Hugin Samuelsen eru skaddir.

Umframt Bjarna Petersen eru Poul G. Olsen og Bjarki Zachariasen skaddir, og Teitur D. Olsen er leikbannaður.

B36 – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00.