Kappróður
Tað var á Eystanstevnu í fjør, at miðvingar umborð á Riddaranum undirstrikaðu, at teir høvdu ætlanir um at vera við í FM kappingini.
Á Norðoyastevnu fyri einum ári síðani eydnaðist tað ikki so væl hjá miðvingum. Teir endaðu á triðja plássi, og tá ið tað á Sundalagsstevnu endaði við fjórða plássi og við triðja plássi á Jóansøku varð ikki roknað við miðvingum.
Men síðani á Eystanstevnu í fjør hevur tað ikki verið nakar ivi. Riddarin vann á Skálafjørðinum og fýra tær seinastu FM kappingarnar í fjør og harvið meistaraheitið.
Á Norðoyastevnu leygardagin var heldur eingin ivi. Beinanvegin var Riddarin millum teir fremstu, og tøkini hjá vágamonnum munaðu alla tíðina meiri, enn tey gjørdu hjá øllum hinum.
Tá ið málið var hálvrógvið, var Riddarin leysur av hinum bátunum, og síðani var eingin spenningur.
Næstfremsta plássið vann Tvørabáturin. Suðringarnir hava verið drúgvir at taka lut, teir hava eisini sett dám á kappingina um heiðursmerkini, og tað kann ikki sigast annað, enn at Tvørabáturin hevur hildið pláss. Í fjør var hann næstfremstur í trimum teimum fyrstu róðrunum, og í hinum fýra róðrunum var Tvørabáturin nummar trý.
Leygardagin fóru suðringarnir – á sama hátt sum á Norðoyastevnu í fjør - suður við silvurmerkjunum. Teir bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum síðani á Sundalagsstevnuni fyri tveimum árum síðani. Møguleikin er sjálvandi væl og virðiliga til staðar, men avrikið hjá Riddaranum í Klaksvík undirstrikaði, at miðvingar ætla sær ikki at geva fremsta plássið frá sær uttan víðari.