Aftur í ár skipar Gleimur fyri árligu bygdarveitsluni »Miðvingar Úti & Heima« í bygdarhúsinum í Miðvági.
Vit ætla við hesi veitslu av fáa luttakararnar at gloyma alt tað dagliga og hugna sær saman við vinum og kenningum.
Sum undanfarin ár verður skráin fjølbroytt við ymsum til álvara og gaman. Mong eru tey, ið ár undan ári hava vitjað aftur til bygdina fyri at luttaka og minnast aftur á gamlar dagar.
Vónandi verður møtt fjølment og í góðum veitslulag. Latið okkum fáa eitt gott og hugnaligt kvøld saman. (Sí lýsing aðrastaðni í blaðnum).