Microstates ´99 byrjar mánadagin í Norðurlandahúsinum

Mánadagin byrjar stór ráðstevna um smátjóðir í Norðurlandahúsinum. Umleið 180 luttakarar verða við á stevnuni harav umleið 50 eru útlendingar

Í komandi viku verður stór ráðstevna um smátjóðir í Norðurlandahúsinum.

Ráðstevnan byrjar mánamorgunin og heldur fram til hósdagin á middegi.

Umleið 180 luttakarar verða við á ráðstevnuni og av teimum eru 50 útl-endingar.

Ráðstevnan er skipað í fýra pørtum við einum høvuðsfyrilestrahaldara og einum opponenti á hvørjum parti. Umframt høvuðsfyrilesturin verða eisini fleiri styttri framløgur innan sama evni.

Tað er Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið, sum standa fyri ráðstevnuni, og tað er Føroya Landsstýri, sum fíggjar hana.

Nógv er at fáa upp á pláss til eina slíka stevnu og fyrireikingarnar hava verið í gongd í eitt hálvt ár.