Í kvøld endar KÍ eitt kapitul í søgu felagsins, og í føroyskari søgu sum fyrsta føroyska liðið sum hevur kappast í einum evropeiskum bólkaspæli.
Klokkan 20 í kvøld spælir KÍ seinasta dystin í bólki A í Europa Conference League á útivølli móti krútsterka franska liðnum, Lille sum er oddalið í bólkinum.
5. oktober megnaði KÍ ein flottan javnleik móti Lille á heimavølli á Tórsvølli.
15 altjóða veddingarfyritøkur sum lata odds upp á dystin hava allar Lille sum ein stóran favoritt.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Lille eru 1,13.
Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru heili 18,36.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt frálíkt úrslit hjá KÍ eru 7,78.