Miðflokkurin hevur landsfund og móttøku fyri Steffani

Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, sum nú kallast Rótin.

Síðani valið hevur Miðflokkurin á fyrsta sinni skift floksformann. Tað er ein avgerð, sum tingbólkurin hjá Miðflokkinum tekur eftir hvørt løgtingsval. Hesaferð valdi Jenis av Rana at leggja frá sær. Jenis av Rana hevur verið formaður í Miðflokkinum síðani stovnan og síðani flokkurin fyrstu ferð kom á ting í 1994. 

32 ár er drúgv tíð í einum formansessi í einum politiskum flokki. Sæð við brillunum hjá nýggja formanninum, so er tað øgiliga leingi, tí Steffan Klein Poulsen varð als ikki føddur, tá Miðflokkurin valdi Jenis av Rana til fyrsta formann floksins.

Hetta er samstundis fyrsti landsfundur, har Steffan Klein Poulsen er formaður.

Miðflokkurin sigur í tíðindaskrivi, at øll vælkomin til almennu móttøkuna frá klokkan 14.00 í samband við formansskiftið. 

Skráin fyri landsfundin hjá Miðflokkinum er hendan:

9:00     Morgunmatur

9:45     Andakt

10:00     Aðalfundur og formansfrágreiðing

11:00     Politiskt orðaskifti

12:00     Steðgur og døgurði 

14:00     Almenn móttøka í samband við formansskiftið 

16:00     Liðugt