Harry prinsur og konan, Meghan hertogafrú, ætla at flyta úr USA aftur til Bretlands seinni í hesum mánaðinum.
Tað skriva bretsku miðlarnir BBC og Sky News sambært Ritzau.
Børn teirra, sjey ára gamli Archie og fimm ára gamla Lilibet, eru skrivað inn í ein bretskan skúla við skúlabyrjan í september.
Charles kongur varð sambært BBC kunnaður um flytiætlanirnar sunnudagin.
Eingin ætlan er í løtuni um, at Harry ella Meghan aftur skulu átaka sær almennar uppgávur sum arbeiðandi limir í bretska kongshúsinum.
Familjan skal eftir ætlan búgva í einum privatum húsum uttan fyri London. Húsini eru ikki ogn hjá kongshúsinum.
Harry og Meghan søgdu almennu uppgávurnar í kongshúsinum frá sær í 2020 og fluttu til Kalifornia. Avgerðin varð millum annað grundað á trýstið frá bretsku slaturpressuni og ósemjur við aðrar limir í kongshúsinum.
Sambandið versnaði uppaftur, tá Harry í 2023 gav út sjálvsævisøguna Spare, sum á donskum eitur Reserven. Har skrivaði hann millum annað um ein harðliga samanbrest við William prins.
Parið hevur eisini greitt frá sínum trupulleikum við kongshúsið í einari Netflix-røð.
Harry og Meghan vitjaðu í juli Charles kong og Camillu drotning. Sambært Ritzau var hetta fyrstu ferð í fýra ár, at øll familjan vitjaði kongin.
Hvørki Harry og Meghan ella Buckingham Palace hava sambært tíðindunum alment váttað flytingina.










