Vinnuháskúlin er ein vælvirkandi og eftirspurdur útbúgvingarstovnur við umleið 200 lesandi, harav maskinmeistaralesandi í løtuni telja um 130, og navigatørlesandi eru um 70.
Hetta er ein útbúgvingarstovnur, sum verður roknaður at geva teimum lesandi eitt hav av vinnumøguleikum eftir loknað útbúgving, bæði á sjógvi og landi.
Stjórin á skúlanum síðan 2020, Símun Poulsen, sigldi sum ungur, men í fleiri ár fyri stjóratíðina undirvísti hann á skúlanum, og síðan var hann útbúgvingarleiðari í eini seks ár.
Og hann letur væl at.
- Jú, eg haldi, tað gongur væl, og áhugin fyri útbúgvingunum her hjá okkum er stórur, og tað fegnast vit sjálvsagt um.
Hann vísir á, at maskinmeistaraútbúgvingin er fullteknað í løtuni, eins og skúlin hevur eitt gott tal av lesandi fyri bæði skiparar, skipsførarar og fyri navigatør-og maskinaspirantar.
- Talið av lesandi kann skifta eitt sindur - upp og niður - men hóast tíðirnar leingi hava verið góðar, og møguleikarnir eru nógvir, kunnu vit fegnast um, at stórur áhugi er fyri okkara útbúgvingum.
Stjórin sigur, at tey lesandi á Vinnuháskúlanum koma úr øllum landinum, og hann heldur, at trivnaðurin á skúlanum er góður.
- Tað krevur gott fólk, ein góðan skúla við góðum lærarum og tekniskari útgerð, at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Vit hava góð fólk og alt tað, sum skal til fyri at hava eitt gott lestrarumhvørvi.
Símun Poulsen heldur, at tey lesandi trívast og eru spent eftir at fara út í vinnuna eftir loknað útbúgving.
- Tey flestu, sum gerast liðug her hjá okkum, fara beint út í vinnuna, men tað eru eisini nøkur, sum fara at lesa víðari, sigur skúlastjórin.
Breiðkað upptøkugrundarlag
Ein serstakur útbúgvingarmøguleiki á Vinnuháskúlanum er aspirantskipanin, og gjøgnum hesa skipan kanst tú útbúgva teg til skipara, skipsførara og maskinmeistara.
- Her er ikki neyðugt við siglingartíð frammanundan, tí siglingartíðin er partur av útbúgvingini. Útbúgvingin er ein blanding av at ganga í skúla og vera í starvsvenjing.
Símun vísir á, at aspirantlesandi eru knýtt at skúlanum, og útbúgvingin verður samskipað við tey reiðarí, sum skúlin hevur avtalur við.
- Tað hevur verið eitt upptøkukrav, at næmingar, sum søkja inn sum aspirantar, skulu hava eina miðnámsskúlaútbúgving, men nú er hetta ikki eitt krav longur.
Stjórin sigur, at nú er eisini møguligt at sleppa inn í aspirantskipanina á Vinnuháskúlanum við einari yrkisútbúgving ella minst 2-ára viðkomandi arbeiðsroyndum.
- Tískil er tað ikki eitt upptøkukrav longur, at tann, sum søkir um at sleppa inn í aspirantskipanina, hevur eina miðnámsútbúgving. Hetta hevur eisini verið gongdin í Danmark, sigur hann.
Á Vinnuháskúlanum eru tey nú farin at praktisera nýggju upptøkukrøvini, har kravið um miðnámsskúlaútbúgving er slept.
- Soleiðis er upptøkugrundarlagið til aspirantskipanina nú eisini breiðkað, sigur hann.
##med2##
Sigling partur av útbúgvingini
Símun Poulsen vísir á, at traditionella siglingartíðin á 18 mánaðir ofta er ein trupulleiki fyri upptøku, tí her snýr tað seg um effektiva sigligartíð, sum merkir tíðin, tú ert umborð hesa tíðina.
- Ein fyrimunur við aspirantskipanini er, at siglingartíðin er partur av útbúgvingini, og tí er hetta ein fínur møguleiki, bæði innan navigatør-og maskinfakið, leggur stjórin á Vinnuháskúlanum aftrat.
Meira kunning um mongu møguleikarnar á Vinnuháskúlanum kann lesast á www.vh.fo











