Miele showrúm í Elding

Í sambandi við at eitt nýtt Miele Showroom varð tikið í nýtsla í Miðlon við Hoyvíksvegin, var almenn móttøka týsdagin 15. juni.

Móttøkan byrjaði við at Jeppe Godtfredsen, útbúgvingarleiðari hjá Miele í Danmark, beyð øllum at verða vælkomin at síggja nýggju Miele framsýningardeildina í Elding. Síðan klipti Heðin Mortensen, borgarstjóri, snórin til sonevnda Miele showrúmið, sum er ein framsýning av øllum Miele vørunum í sínum náttúrliga umhvørvi.


Jeppe Godtfredsen frá Miele sigur, at endamálið við hesi serligu framsýningini er, at kundin skal kenna seg væl og fáa alla vegleiðing og hjálp frá starvsfólkunum, hann hevur brúk fyri, soleiðis at kundin altíð fær ta vøru, sum passar til hansara tørv. Øll starvsfólkini hjá Elding hava verið á skeiði, har tey hava fingið sína vitan um Miele produktini dagførda, og um hvussu tey skulu vegleiða kundan. Í Danmark og Føroyum eru nú tilsamans 13 slík Miele Showroom, sigur Jeppe Godtfredsen.


Mads A. Winther, stjóri í Miðlon, sigur, at fyri tey hevur nýggja showrúmið stóran týdning og gevur teimum møguleika fyri at veita kundanum eina heilt nýggja tænastu. Nú kunnu vit t.d. hava temakvøld, har fólk kunnu koma og læra seg at brúka køksútgerðina ella tey ymisku tólini og hvítvørurnar hjá Miele. Mads leggur afturat, at tað er lætt at selja Miele, sum er ein kend dygdarvøra. Hann nevnir t.d. at allar hvítvørur og køksútgerð eru testað til at halda í minst 20 ár.