Mikkalina Norðberg, sum framleiðir glaslutir, sum er kent sum "Mikkalina Glas" fer nú at hava ein sýnisglugga, sum liggur væl fyri í miðbýnum í Havn.
Talan verður um hølini í Niels Finsensgøtu 32 í Havn. Seinnu árini er hølið kent sum "Vertshúsið". Hølini liggja millum Auto og Sjónleikarahúsið. Umframt sýnisgluggan kemur Mikkalina Norðberg eisini at hava verkstað á staðnum
Ì dag verður móttøka klokkan 15 - 17 í sambandi við, at nýggi verkstaðurin letur upp mánadagin 14. oktober.
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Mikkulinu Norðberg, sum bleiv tikin upp í teimum nýggju hølunum í gjárakvøldið.
Við at TRÝSTA HER ber til at síggja ein YouTube film av sýnisglugganum hjá Mikkalina Glas.