Á íverksetaradegnum í fabrikkini hjá Østrøm í Havn varð Mikkalina Norðberg vald sum ársins íverkseti.
Mikkalina Norðberg er fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn. Hon virkar innan glaslist og sigur sjálv, at tað at skera glas á verkstað sínum er løtan, har hugflogið fær veingir.
– Alt eg upplivi, síggi og hoyri hvønn dag, kveikir nýggjar mátar at skera, smelta og boyggja glasið soleiðis, sum eg vil hava tað at verða. Eg eri sjálvlærd – tó við hjálp frá ymiskum skúlum og viðkomandi skeiðum innan glasarbeiði, sigur Mikkalina Norðberg, sum fyri løtu síðani varð kosin ársins íverkseti.
Vit hava meira um tiltakið hjá Íverksetarahúsinum seinni.