Flaggdagshaldið í Havn, sum Havnar Hornorkestur frá byrjan tók stig til, hevur nú verið fastur siður í meira enn 50 ár. Tað man neyvan finnast tann táttur í søgu flaggsins, sum gjøgnum hesi árini ikki er vendur og havdur á lofti á hesum degi. Og tað vil so vera, løtan er slík, at hon krevur traditionelt orða- og evnaval; men tíðin, vit liva í, strevar hinvegin støðugt eftir tí nýggja og ótraditionella. At halda eina flaggdagsrøðu í 2002 er at møta teirri avbjóðing at gera seg so leysan av traditiónini, sum tíðin krevur, uttan at missa burtur ta virðing og tann hátíðardám, ið hoyrir flaggdagshaldinum til.
Hendan tvístøða ímyndar tær mótstríðandi tulkingarnar av flagginum, sum vit møta: Ofta umboðandi tað gamla, siðbundna, upprunaliga og afturlítandi í mentan okkara, aðrar tíðir ímyndandi tað broytiliga, umskiftandi, dúnamiska og frameftirstrevandi, ið eisini býr í okkum sum samfelag og fólk.
Nú vit halda flaggdagin 2002, hevur Merkið, verið almenna og viðurkenda flagg okkara í 62 ár. Veraldarpolitisku umstøðurnar í 1940, tá Danmark og Føroyar vórðu hersettar av hvør sínum parti í heimsbardaganum, førdu við sær, at tað flaggið, sum árini frammanundan hevði verið eitt umstrítt, politiskt fanamerki, gjørdist alment og altjóða viðurkent súmbol fyri tjóðina Føroyar.
Í dag er Merkið ein sjálvsagdur partur av almenna lívinum í landi okkara. Men hvat er flaggið fyri okkum í 2002 - annað enn eitt súmbolskt klædnastykki at veittra við við serlig hátíðarlig, festlig og formlig høvi?
Nú vit aftur samlast tann 25. apríl at halda flaggdagin, hvat er so at tosa um? Hvat kann vera lagt afturat? Tað er fyri allar føroyingar ein sjálvfylgja, at vit hava eitt egið flagg. Men ýtyvir tær nátúrligu funktiónir sum eitt flagg hevur sum alment súmbol, hvørja nyttu hava vit so av Merkinum í 2002? Sum kári p á sinni segði um frælsið: Hvat skal man brúka tað til?
Hesar seinastu mánaðirnar hevur eitt áhugavert kjak tikið seg upp í fjølmiðlunum um tjóðina sum hugtak, um tjóðskaparligan samleika og leiklutin hjá tjóðskaparligum súmbolum í einum nútíðar samfelag. Spurningurin hevur verið settur ?sum eisini eigur at vera settur og viðgjørdur í føroyskum høpi- hvørt hugtøkini tjóð og tjóðskaparligur samleiki ikki hoyra eini farnari tíð til.
Ráðandi rák í européiskari heimsspeki og samfelagsfrøði siga okkum, at tað modernaða menniskjað ikki longur er definerað av tjóðskaparligum samleika, men er í størri og størri mun vorðið einstaklingur í dupultum týdningi: Lutvíst í einum alt meira globaliseraðum heimi, har tað tjóðskaparliga missir sín týdning, og lutvíst í tí samfelagsskipan, sum hoyrir tí modernaðu tíðini til, har tilvera einstaklingsins er vorðin uppbýtt í sundurskild og ósameinilig lívsøki, sum petta gerandislív einstaklingsin sundur í ymiskar og ósameiniligar leiklutir; í modernaðu tilveruni eru tað persónliga, tað intima og tað kensluliga sundurskild frá tí samfelagsliga, tí arbeiðsliga og tí almenna. Í hesi analysuni av teimum modernaðu lívstreytunum fær tann tjóðskaparligi samleikin ikki havt annan leiklut, enn tann at vera ein ein følsk og postulerað sameining av sundurtvinnaðu modernaðu tilveruni. Tjóðskaparligi samleikin bjóðir seg til sum ein skinloysn mótvegis tí upploysing sum einstaklingurin upplivir í tí modernaða samfelagnum: Antin við at vísa aftur til ein mistan samleika og soleiðis at síggja til gera modernaðu syndringina heila við hjálp av fortíðini. Ella við at uppfinna ella enduruppfinna ein tjóðskaparligan samleika og seta hann fram sum ein pástandur um ein veruligan samanhang í modernaðu tilveruni. Sambært hesi analysuni fær tjóðskaparligur samleiki í einum modernaðum høpi ikki verið annað enn ein konstruerað hugmynd, hvørs endamál er at fjala veruligu lívstreytirnar í nútíðarsamfelagnum, og skapa eina falska fyrigykling um, at tað ósameiniliga í modernaðu tilveruna kortini kann sameinast.
Tað finnast eisini aðrar og minni abstraktar analysur av tí tjóðskaparliga í nútíðarsamfelagnum. Eitt nú danski sociologurin Anne Knudsen tekur støði í tí sannroynd, at mál, mentan, siðir og livihættir eru ítøkilig og verulig fyribrygdi. Gerandislív hjá menniskjum, hugsunarhættir, normar og lívsroyndir eru veruliga ymisk. Hugmyndin um tjóðina og um ein tjóðskaparligan samleika skriva, sambært hesi hugsan, meining inn í hesar veruleikar. Sæð soleiðis kann hugtakið um tjóðina, heldur enn at metast sum ein syndrandi neyðlygn, síggjast sum ein legitimur og neyðugur samfelagsligur felagsnevnari, ið kann virka sum lokomotiv fyri progressivari mentanarligari og samfelagsligari menning. Hetta eru norðurlond góð dømi um.
Hugsi eisini, at tað er í hesum ljósinum, at vit føroyingar síggja okkara egna tjóðskaparliga samleika. Ikki sum ein verja, sum avskildrar okkum frá umheiminum, men sum eitt felags støði at møta hesum umheimi og møta teimum avbjóðingum, sum liggja í at menna hetta samfelagið og gera tað liviligt í samljóði við heimin uttan um okkum. Hugsi eisini, at tað er hetta undirliggjandi grundsjónarmið, sum ger at vit øll kunnu semjast um, at vit eru eitt fólk við felags samleika, og um, at vit eiga at varðveita og menna okkara felags mál og mentan.
Vit venda ikki tí globala heiminum bakið. Men vit taka lut í tí, sum hann bjóðar og krevur, og vit orientera okkum í honum við støði í tí samleika, ið knýtir okkum til júst hetta staðið. Uttan tann felags samleikan gevur tað ikki stórvegis meining at búleikast júst her, á hesum mangan ógestablíðu klettunum. Tær modernaðu lívstreytirnar eru kor, sum eisini raka okkum og eru partur av okkara tilveru eins væl og í tilveruni hjá borgarum úti í heiminum. Men tað er okkara felags samleiki, sum knýtir okkum til hetta staðið. Hetta er ein dupultleiki, sum er partur av tilveruni sum føroyingur: Tað modernaða og globaliseraða menniskjað og tann staðbundni føroyingurin við málinum og mentananina í førninginum ? samanrunnin í eitt. Tað fyrra er fortreytin fyri, at vit kunnu vera til í einum modernaðum heimi, tað seinna er fortreytin fyri, at júst hetta samfelagið livir og verður ført víðari.
Hesin dupultleikin er ikki serligur fyri okkum. Vit síggja í øllum Vestureuropa, at samstundis sum millumtjóða samstarv og globalisering vinna fram, styrkist tann lokali samleikin og lokaløkini og regiónirnar mennast bæði búskaparliga, mentanarliga og politiskt.
Sum eitt súmbol, ið allir føroyingar hava tikið til sín, umboðar flagg okkara, Merkið, eina grundleggjandi og gjøgnumgrípandi semju í føroyska samfelagnum. Eina breiða semju um, at vit eru ein tjóð, við egnum máli og egnari mentan, og at hetta eru virði sum vit eiga halda fast um og menna. Hetta er ein semja, sum er sterkari og fruktbarari enn vit geva okkum far um. Sjálvt so ymiskar og mótstríðandi politiskar stevnur sum tjóðveldi og samband hava tað felags endamál at skapa best møguligu fortreytirnar fyri at varðveita og menna mál og mentan okkara, t.v.s. at varðveita okkara samleika og livilíkindi sum tjóð.
Um ein góðtekur hetta, eg júst havi uppástaðið, so má Merkið ikki vera bara vera eitt súmbol, men eisini ein støðug áminning og ein avbjóðing. Mentan er ikki bara fortíð og røtur, og samleiki er ikki nakað, sum er givið einaferð med alla. Mentanin livir og mennist við síni tíð. Samleikin er eitt útgangsstøði at orientera seg út fra í einum umheimi í støðugari búskaparligari, tøkniligari, politiskari og mentanarligari broyting. Bæði eru broytilig fyribrigdi, sum fyri at vera livandi mugu laga seg til tær umstøður, ið tíðarinnar og søgunnar gongd bjóða.
Mentan og samleiki føroyinga í 1890?unum, í 1950?unum og í 2002 eru ikki tey somu, men líka føroysk fyri tað. Hetta vísir okkum, at vit mugu fyrihalda okkum til mentan okkara sum nakað livandi og dúmamiskt, sum má nørast og mennast og fylgja tíðarinnar avbjóðingum.
Mentanarlív okkara stendur framman fyri størri avbjóðingum enn nakrantíð. Gjøgnum fjølmiðlar, teldunet og økt ferðasamband eru vit partur av einum sera aktivum heimsmarknaði, har júst mentan er vorðin tann vøran, sum mest verður boðið út av. Ávirkanin uttanífrá kann ikki steðgast, hon kann bert vera mótvigað av einum ríkum føroyskum mentanarlívi. Ikki eini leitan aftur til fortíðina, men einum mentanarlívi sum kann tulka, endurgeva og skapa meining í samtíð okkara.
Vit hava í føroyskum høpi lyndi til at lata orðið mentan hava týdningin ?aftur til røturnar?. Men ein livandi mentan er ikki røtur, sum liggja niðri í fortíðarinnar moldum. Tann livandi mentanin er tær grønu planturnar oman á moldini, í ljósinum, í nú?inum. Nøra og fjálga vit ikki um tær, so yvirliva røturnar heldur ikki.
Tað er helst eitt tað stórsta paradoksið í føroyskum samfelagslívi, at tað, ið vit meta sum fremstu og veruligu orsøkina til at búgva í hesum landinum, mál okkara og mentan, ongantíð er komið at standa ovast á almennu dagskrá okkara. Og ongantíð heldur hevur vunnið sær fremstapláss í búskaparligu raðfesting okkara.
Lat Flaggið og tað, ið tað umboðar, eggja okkum til at hyggja útyvir tær politisku og búskaparligu dagskránnar, og minna okkum á eisini at taka eina mentanarliga dagskrá fram.
Tað er tann stóra mentanarliga avbjóðingin, sum eg vóni, at vit sum tjóð samfelag taka á okkum í næstu framtíð.
62 ár eru nú liðin, síðan Merkið var viðurkennt sum flagg okkara.
Eg vóni, at tá vit 62 ár frammi í tíðini halda flaggdagin og savnast um hetta sama og óbroytta flaggið, at flagg okkara eisini tá er súmbol fyri eini mentan, sum er líka føroysk og líka tengd at síni egnu samtíð og sínum egna samfelag sum mentan okkara í dag.
Men tað krevur, at vit nú taka við avbjóðingini og raðfesta mentan okkara fremri.
Lat Merkið altíð vera eina áminning um tað.
Takk fyri og framhaldandi gott flaggdagshald.