Mikumorgunin verður ástaðarfundur í Kvívík

- Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum - ella við skrivliga at lata síni sjónarmið inn, sigur sýslumaðurin

Mikudagin hin 19. august klokkan 9, sum er mikumorgunin komandi, verður ástaðarfundur í Náttúrufriðingarnevndini, og møtt verður við bústaðin á Heygum 9 í Kvívík.

 

Tað er sýslumaðurin, Kristjan Martin Joensen, sum hevur kallað saman til fundin.

 

Á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu verður sagt, at til viðgerðar á ástaðarfundinum er umsókn um loyvi at byggja úthús til seyð á matr. nr. 135a omanfyri á Heygnum 9 í Kvívíkar markatalsbygd.

 

- Aftaná verður farið til umhvørvisplássið uppi á Brúnum, sum kommunan søkir um at víðka.

 

Sagt verður, at eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum, har tey fáa høvi tat bera síni sjónarmið fram munnliga - ella við skrivliga at lata tey inn.

 

Sýslumaðurin, Kristian Martin Joensen, sigur í fráboðanini um ástaðarfundin, at tey, sum hava fingið fundarboð, men sum ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum.

 

Hetta er sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini, løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.

 

- Umrøðan, sum fólk kunnu senda inn, má verða sýslumanninum í hendi í seinasta lagi á fundardagin, verður lagt aftrat í fráboðanin hjá sýslumanninum.