Nú hongur KÍ í klønum Europatráði

Í kvøld endaði tað við heilt trivaligum tapi ímóti Lech Poznan, sum skoraði fleiri bílig mál

Mynd: ki.fo

KÍ vónirnar um at vinna seg í europeiskt bólkaspæl fingu í kvøld eitt skot fyri bógvin. KÍ hevði á Tórsvølli vitjan av Lech Poznan úr Póllandi. Upprunaliga var dysturin ásettur at vera í gjárkvøldið. Pólska liðið lendi ikki í Vágum fyrrenn seinnapartin í gjár, og klaksvíkingar undraðust og vóru vónbrotnir, tá ið UEFA seinnapartin í gjár gjørdi av, at dysturin varð útsettur til í kvøld.

 

Í kvøld sóu gestirnir ikki út til at vera so viðtiknir av longu ferðatíðini, meðan KÍ liðið sum tíðin leið sá út til at vera illa sølað eftir tøttu dystarskránna og nógvu ferðingina.

 

Lech Poznan vann 5-0, og harvið er tað greitt, at pólska liðið heldur fram í UEFA Europa League. KÍ hevur ein møguleika eftir at spæla seg í europeiskt bólkaspæl. Tað verður í UEFA Conference League. Fyrri dysturin verður í Kaksvík hóskvøldið.

 

Hálvleiksstøðan í kvøld var 1-0. Fyrsta málið varð skorað, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Mark F. Jensen í KÍ málinum stórbjargaði, men ólukkutíð støkk bólturin til ein av mótstøðumonnunum, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.

 

Gestirnir høvdu greiða leikliga yvirvág, men onkra ferðina var KÍ um reppið at javna. Eitt nú, tá ið Páll A. Klettskarð royndi seg við stútara, og tað varð bjargað á málstrikuni.

 

Fýra minuttir eftir steðgin varð 2-0. Harvið var samantalda støðan 3-0, og so snúði tað seg um, hvussu stórur sigurin fór at verða.

 

KÍ hevði ikki marginalirnar á sínari síðu í sambandi við deyðbóltar, og tað eydnaðist ikki, tá ið fleiri av KÍ spælarunum vóru í góðum støðum.

 

Og so varð talan at enda um stórsigur. 3-0 málið var eftir óheppið KÍ verjuspæl, og 4-0 spælið var eftir gott álop. Lítla løtu undan leikloki varð 5-0 útisigurin staðfestur. Hetta er størsta KÍ tapið á heimavølli í europeiskari kapping.

 

Mynd: ki.fo