Ljósfest: Heiðraðu Hera Hjelm, sála, og Maritu og Rúna

Heri Hjelm, sáli, og hjúnini Marita Vestergaard í Lágabø og Rúni í Lágabø vórðu heiðraði í kvøld í Vági.

Tað er hevur verið siður á Ljósfest í Vági at heiðra borgarar, ið hava givið serligt íkast til felagsskapin.

 

Ljósfest byrjaði í kvøld og heiður fingu Heri Hjelm, ið fór foldum frá fyri stuttum, og hjúnini Marita Vesterggard í Lágabø og Rúni í Lágabø.

 

Avvarðandi døtur tóku ímóti heiðurslønini hjá Hera Hjelm og Marita tók ímóti, tí maðurin Rúni er burturstaddur í arbeiðsørindum.

 

Grundgevingarnar og myndir síggjast her:

 

Heri Mørk Hjelm

 

Tað finnast oddvitar, ið longu á ungum árum vísa, at mansevni og vit ganga hond í hond, og at framburður er í kjalarvørrinum, har teir leggja leiðina. Fólk, ið taka tøk, men hugsa ikki verður um egnan vinning, men heldur at heildarmyndin, - bygdin, heimstaðurin, oyggin, skal bera ávøkst.

 

Fáur vinnulívsmaður hevur skapt so nógv arbeiðspláss í Suðuroynni í 80’unum og 90’unum og fyrst í hesi øldini, sum maðurin, ið okur her heiðra.

 

Nevast kunnu smoltstøðin í Víkarbyrgi og sjóaling í Lopra. Kryvjivirkið á Tjørn og seinni á Polarfrost. Roykivirkið í Porkeri, smoltstøðin í Grønadali, aling á Vatnsnesi, sjóaling í Øravík og í Froðba.

 

Nógvar familjur fingu til lívsins uppihald, takkað verið hesum manni.

 

Maðurin er Heri Mørk Hjelm, sáli, ið fyri stuttum fór foldum frá.

 

Viljin dreiv verkið, og ikki hugsanin um egnan vinning. Heldur vildi hann heimbygdini og allari Suðuroynni væl, og ikki minst, so vildi hann vísa, at tað bar til!

 

Heri hHelm var maskinmeistari og lívsleið hansara lagaði seg so, at hann taldist millum frægastu vinnulívsmenn.

 

Í vinnulívi gongur upp og niður, og mangan mundi leika hart á, ikki minst í kreppuárunum fyrst í nítiárunum, og tá ræður um at standa sum drangur í brimi, og ikki falla í fátt. Og Heri hevði eginleikan at standa sterkur. Síggja nýggjar møguleikar, har onnur kanska høvdu stungið í sekkin.

 

Seinnu árini plágaði sjúka, og hóast tað var øllum greitt, at hann bardist ímóti, tí í mong ár sást hann nærum dagliga ganga túr, hóast sjúkan plágaði. Stríðsviljan hevði hann, men sum ein av mongu vinum hansara tók til, tá Heri fór í annað ljós: Oftast vinnur sjúkan.

 

At stórur vinnulívsmaður hevur stóran vinaskara, eisini millum tey, ið starvaðust hjá honum í mong ár, sigur eisini sítt um henda merkismann.

 

Vágsbygd og Suðuroyggin hevur nógv at takka Hera Hjelm fyri.  Tí varð gjørt av at heiðra Hera Hjelm.

 

Men tað vísti seg, sum so ofta, at vit eiga bert løtuna, og kenna ikki dagin og løtuna, - og sjúkan vann tíverri, innan heiðursløtan upprann.

 

Tó er merkismaðurin Heri Hjelm ikki gloymdur, og vil Vágs kommuna heiðra slóðaranum Hera Hjelm. Við hesum minnast vit henda merkismann. Og okur biða avvarðandi koma og taka ímóti heiðurinum.

 

--

 

Rúni í Lágabø og Marita Vestergaard í Lágabø

 

 

 

Tað verður mangan sagt, at vit liva í eini tíð, har fólk ganga meira og meira upp í seg sjálvan, og at ongin ger nakað fyri onki longur.

 

Helst er ein farri av sannleika í hesum. Tó, enn finnast fólk, ið eru ósjálvsøkin, og sum fegin taka eitt tak fyri felagsskapin. Fyri trivnaðin hjá okkum øllum, og sum altíð eru til reiðar, um heitt verður á tey. Og ikki verður spurt eftir samsýning, ella hvat tey kunnu fáa burtúr.

 

Og aloftast er ongin persónligur vinningur – kanska er oftast ikki so mikið sum eitt herðaklapp!

 

Í dag heiðrar Vágs kommuna tveir borgarar, ein hjún, sum í eini 35 ár hava staðið á odda í ungdómsarbeiði, og sum annars á so mangan hátt hava tikið lut í samfelagslívinum, og enntá verið lyklapersónar, so at alt gongur sum eftir ánni.

 

Nevna vit Skótaliðið Royndina, so eru tað óvað nógv, ið hugsa um Maritu Vestergaard í Lágabø og Rúna í Lágabø.

 

Marita og Rúni hava í eini 35 ár staðið á odda í hesum felagsskapi, og hava hesi árini somuleiðis verið primus motor, tá flaggdagshald ella grækarismessuhald eru í Vági. Eisini eru tey við á Jóansøku og á Ljósfest. Við sínum jaligu tilgongd til felagslívið eru tey við øðrum orðum ring at koma uttanum.

 

Altíð til dystin fús.

 

Marita hevur verið skótaleiðari í eini 35 ár, væl stuðla av manninum Rúna, ið somuleiðis er virkin har. Marita vann eisini heiðursløn frá FUR, Føroya Ungdómsráð, og var Marita tá  lýst sum ein av grundsúlunum undir skótaarbeiðinum í Vági og varð heiðrað fyri sítt stóra íkast til skótarørsluna.

 

Eisini á øðrum økjum eru tey sjónlig og virkin. Marita t.d. við virkseminum í ullaframleiðsluni hjá Vesturgarði, og Rúni innan tónleikin, har hann fegin gevur sítt íkast, um tað á nakran hátt ber honum til.

 

Eitt ósjálvsøki toymi eru hesi bæði, ið eru livandi prógv um, at bera vit byrðuna í felag, gerst hon lættari. Tey eru fyrimynd á so mangan hátt. Og helst kunnu vit siga, at tey eru tenninar í tannhjólinum, ið vit ikki hugsa um, men hava hug at taka sum eina sjálvfylgju.

 

Men onki er ein sjálvfylgja. Og tí heiðrar Vágs kommuna í dag Maritu Vestergaard í Lágabø og Rúna í Lágabø, fyri teirra smittandi lívsgleði, og ótroyttiliga og ósjálvsøkna arbeiði, bygdini og ungdóminum at frama. Av sonnum hava tit uppiborið herðaklapp og allan heiður.

 

Vinaliga, komið á pallin og taki ímóti heiðurinum, Marita og Rúni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##