Mynd: European Union/Copernicus Marine Service Data

Sjógvurin upp í seks stig heitari enn vanligt

Ein hitabylgja í sjónum heldur fram í vestara parti av Miðjarðarhavinum og pørtum av Atlantshavinum. Summastaðni er hitin í sjónum umleið seks stig hægri enn vanligt.

Mynd: European Union/Copernicus Marine Service Data

Óvanliga heitur sjógvur hevur merkt stór øki í vestara Miðjarðarhavinum og landnyrðingspartin av Atlantshavinum í summar.

 

Nýggj tøl frá Copernicus Marine Service vísa, at sjóvarhitin framvegis var óvanliga høgur 13. august.

 

Størsta frávikið varð mált í vestara Miðjarðarhavinum. Serliga í Lion-flógvanum út fyri suðurstrond Fraklands var sjóvarhitin umleið seks stig hægri enn miðal fyri hesa tíðina á árinum.

 

Eisini í Atlantshavinum út fyri Iberisku hálvoynna – Spania og Portugal – vóru øki, har sjógvurin var meira enn fimm stig heitari enn vanligt. Hinvegin var sjógvurin í pørtum av Egearahavinum kaldari enn vanligt.

 

Copernicus vísir á, at slíkar hitabylgjur í sjónum kunnu ávirka vistskipanirnar í havinum.

 

Longu síðst í mai vóru stór øki í Atlantshavinum og Miðjarðarhavinum munandi heitari enn vanligt, og tá vórðu eisini máld frávik upp á meira enn fimm stig.

 

Myndin hjá Copernicus er grundað á mátingar frá 13. august og vísir, hvussu nógv sjóvarhitin víkur frá langtíðarmiðaltalinum.

 

 

 

Mynd: European Union/Copernicus Marine Service Data