Ternan hevur siglt við nógvum fólki

Regatta hevur verið í Sundalgnum, Ljósfest í Vági og ovastevna í Nólsoy, og veðurgudarnir hava verið blíðir

Veðrið hevur so nógv at siga fyri summartiltøkini, men nú fleiri tiltøk hava verið hetta vikuskiftið, kann eingin klaga.

 

Á ovastevnu í Nólsoy í dag hevur veðrið verið gott, og soleiðis hevur eisini verið í kvøld.

 

Ternan hevur siglt um fjørðin við nógvum fólki.

 

Tey, sum fóru út til Nólsoyar um 19-tíðina í kvøld, fingu at vita, at skipið hevði siglt fult fleiri túrar í slag.

 

Tá náttin nærkast er vanligt, at fleiri, sum eru komin út til Nólsoyar í góðari tíð um dagin, leita sær heimaftur.

 

Oftast er hetta eftir felagssangin ella so.

 

Tað hevur eisini verið nokso vanligt á ovastevnu, at yngra ættarliðið í stóran mun leitar sær út um fjørðin, tá náttin nærkast.

 

Helst fer tað at taka nakrar tímar í nátt at fáa allar gestirnar heimaftur, tí gestirnir í Nólsoy á ovastevnu fylla vanliga uppí fleiri skip.

 

Í dag hava eisini verið nógvir bátar í Nólsoy, og tað er góður siður at bíða við at loysa, fyrr enn morgunin nærkast, og dagsljósið er komið.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##