Grønlands Politi sigur, at leiting í gjár varð sett í verk eftir trimum fólkum í einum øki umleið 70 kilometrar sunnanfyri Paamiut.
- Trý fólk vóru saknað, men í gjárkvøldið varð hin eini funnin aftur, og nú verður leitað eftir teimum, sum ikki eru komin afturíaftur.
Nakað soleiðis segði vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Hans-Peter Berthelsen, við Sermitsiaq í dag.
Tey trý fólkini, sum vóru farin á reinsdjóraveiði, skuldu eftir ætlan verið komin aftur mánadagin.
Løgreglan veit at siga, at tey vóru farin við báti úr Narsaq móti Paamiut, og eingin hevði hoyrt frá teimum síðan sunnudagin.
Klokkan 19.14 mikudagin fingu myndugleikarnir eina fráboðan um, at ein bátur hevði funnið ein mann, sum vísti seg at vera hin eini av teimum saknaðu.
Maðurin varð funnin á landi, og hann fortaldi, at tey trý á túrinum høvdu siglt á eitt ísstykkið, og øll endaðu í sjónum.
- Maðurin er nú á sjúkrahúsi í Paamiut og hevur tað eftir umstøðunum gott.
Lagt verður aftrat, at nú verður leitað eftir teimum báðum, sum framvegis eru saknað, og eitt nú hava tvær tyrlur verið við í leitingini.
- Tey avvarðandi hava fingið boðini, sigur vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Hans-Peter Berthelsen, við Sermitsiaq.










