MEGD hevur í dag verið á fundi við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum.
Á fundinum greiddi MEGD frá sínum virksemi og hvørji mál felagið hevur sett sær fyri at arbeiða við komandi tíðina.
Ása Olsen er á sínum fyrsta ári sum forkvinna í MEGD. Hon hevur tó drúgvar royndir á økinum og hevur millum annað verið aðalskrivari í MEGD og forkvinna í Hoyr.
MEGD legði á fundinum dent á, at samstarvið millum áhugafeløgini og politisku skipanina er ein av lyklunum til at flyta brekøkið fram á leið.
Gjøgnum árini eru fleiri týdningarmikil mál og ítøkiligir batar framdir í samstarvi millum partarnar, og MEGD ynskir, at hetta samstarvið heldur fram.
-Vit fáa bestu og mest haldføru úrslitini, tá ið vit lurta eftir teimum, sum tað snýr seg um, og arbeiða saman um loysnirnar. Eg fegnist tí um fundin og síggi fram til eitt gott og konstruktivt samstarv við MEGD”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum.











