Mildrid Rasmussen er sjúkrarøktarfrøðingur á skurðambulatoriunum á Landssjúkrahúsinum, og nú er hon blivin heiðrað sum ársins sjúkrarøktarfrøðingur.
Um ársins sjúkrarøktarfrøðing verður sambært heimasíðuni hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sagt, at Mildrid Rasmussen hevur:
Ment sjúkrarøktarfrøðina á skaðaambulatoriunum til gagn fyri sjúklingar og starvsfólk
Víst góð samstarvsevnir við at skipa tvørfakligt samstarv á skaðaambulatoriunum
Er faklig inspiratión fyri sínar starvsfelagar við at hon:
- altíð heldur sína fakligu vitan dagførda
- altíð er klár at miðla hesa vitan til starvsfelagar og lesandi
- altíð torir at verja sjúkrarøktina
- altíð tryggjar sjúklinginum skjóta og góða hjálp
Er persónlig inspiratión við sínum:
- hegni og kreativiteti
- róliga, jaliga, álitisvekjandi, hjálpsama og semjusøkjandi lyndi
- evnum at styrkja og gagnnýta bestu eginleikar hjá sínum samstarvsfeløgum
Ársins álitisfólk
Jóhanna Hansen er álitisumboð á Heimatænastuni á Sandi, og hon fekk heiðurin sum ársins álitisfólk. Um tað verður sagt:
Jóhanna hevur verið virkin sum álitisfólk gjøgnum nógv ár og hevur við sínum royndum mangan deilt út av sínari vitan til gagn fyri bæði felagið og hini álitisfólkini.
Jóhanna kennir sáttmálan út og inn, og tað ber altíð til at heita á hana um ivamál stinga seg upp.
Mangan hevur hon staðið í truplum støðum í sínum arbeiði, og altíð hevur hon tikið ábyrgd langt út um tað, ið starvið krevur.
Jóhanna hevur átikið sær truplar uppgávur sum álitisfólk og loyst tær til gagn fyri limir og felag.