Millennium í Vágsbotni í Havn

Beinta Eliasen hevur latið upp handilin Millennium í gomlu handilshølunum hjá Jóan Jakku í Vágsbotni

Leygardagin lat upp nýggju handil í Vágsbotni í Havn - í húsunum, har Jóan Jakku, skómakarin hevði skósølu, ella har, sum Hous of Lei hevur hildið til seinastu tíðina.

Tað er Beinta Eliassen, sum eigur nýggja handilin, ið nevndist Millennium. Talan er um ein mótahandil við klæðum til konufólk, bæði ung og eldri.

Umframt Millennium er hesini ullahandilin Sirri í húsunum í Vágsbotni. Meðan tann handilin húsast á aðru hædd, húsast Millennium á fyrsta hædd beint inn frá vegnum.

Av klæðunum, handilin hevur at bjóða er m. a. norska merkið Bla Bla, men ætlanin er eisini at fáa fatur á øðrum merkjum.