Milosevic slapp undan dómi

Fyri stuttum kunn­gjørdi krígs­brots­­manna­dóm­stól­urin fyri gamla Jugoslavia, at málið ímóti fyrrverandi forsetanum Slobodan Milosevic skuldi enda um fimm mánaðir, og at dómur fór at fella í ár. Nú er málið endað uttan dóm

Tað drúgva rættarmálið ímóti fyrrverandi jugoslaviska for­setanum Slobodan Milosevic fekk ein bráðan enda um vikuskiftið, tá tann ákærdi varð funnin deyður í kliva sínum í Haag.
Í gjár kunngjørdi krígs­brots­manna­dóm­stólurin fyri gamla Jugoslavia, at Milosevic var deyður av einum hjartatilburði, men at nærri kanningar skulu gerast. Tað ljóðar sannlíkt, at tann 64 ára gamli Milosevic doyði av hjartanum, tí hann hevur í fleiri ár havt ov høgt blóðtrýst og ringt hjarta. So seint sum í februar bað hann um at sleppa til Russlands til kanningar, men dómdtólurin helt tað ikki vera neyðugt, tí niðurlendskir læknar kundu gera kanningarnar.
Kortini vildi høvuðs­ákær­in í krígsbrots­manna­dómstólinum, Carla del Ponte, ikki útihýsa tí møgu­leika, at Milosevic tók lívið av sær, men hon vildi ikki gera nakrar viðmerkingar til, hvussu hann kundi hava beint fyri sær inni í klivanum.
Dripin
Í Serrbia ivast fjølmiðlarnir ikki, at Milosevic varð fyri­beindur. Haag myrdi hann stóð á forsíðuni á bløðunum Press og Glas Javnosti, og á forsíðuni á Kurir stóð orð­ið Dripin við stórum stav­um oman á einari mynd av honum. Størsta serbiska blaðið, Vecernji Novosti, hevði havt samrøðu við ein lækna, sum kannaði Milo­sevic í november í fjør.
 Teir vildu hava lívið av hon­um, sama hvat tað kostaði, tí so kundu teir dylja sannleikan. Nú Milosevic er deyður, er sannleikin eisini deyður, sigur læknin Vukasin Anddric við blaðið.
Blaðið Politika, sum plagdi at stuðla Milosevic, men sum hevur vent sær frá honum í seinastuni, heldur uppá, at gamli forsetin hevði verið frídømdur í Haag, hevði málið ímóti hon­um komið til dóms. Blaðið heldur, at altjóða sam­felagið eigur at kanna virk­semið hjá krígs­brots­manna­­dóm­stólinum, tá havt verður í huga, at dómstólurin noktaði Milosevic at leita sær læknahjálp í Russlandi.
Politika spyr eisini, hvussu tað ber til, at fyrrverandi for­sætisráðharrin í Kosovo, Tamush Haradinaj, sleppur at reka politiskt virksemi úr kliva sínum í Haag. Hann er eins og Milosevic ákærdur fyri krígsbrotsverk.
Elvt til split
Krígs­brots­manna­dóm­stólur­in fyri gamla Jugoslavia kunngjørdi í gjár, at líkið av Milosevic skuldi latast teimum avvarðandi í dag, og at tað síðani er teirra avgerð, hvar hann verður jarðaður.
Samstundis kom fram, at tey avvarðandi eru ósamd um, hvar Milosevic skal jarðast. Einkjan, Mira Markovic, og sonurin, Marko, sum búgva í Moskva, vilja hava líkið flutt til Russlands og jarðað har, men tað vil dótturin, Marija, ikki. Hon sigur, at pápin skal jarðast í heimbygdini Lijeva Reka. Ein eldri bróður fyrr­ver­andi forsetan sigur har­afturímóti, at Slobodan skal jarðast í Beograd.
Í gjár var ikki greitt, um einkjan ætlan sær til Haag eftir líkinum. Serbisku mynd­ug­leikarnir hava boðað frá, at Mira Markovic fær ikki innferðarloyvi til Serbia.

Stutt um Milosevic

"Føddur í Pozarevac í Serbia tann 21. august í 1941 og sonur ein lærara í guðfrøði.
"Las løgfrøði og kom sum ungur saman við Miru Markovic. Tey fingu ein son og eina dóttur.
"Hansara politiska frambrot kom í kjalarvørrinum av politisku upploysnini, sum var, tá gamli jugoslaviski leiðarin Tito doyði í 1980.
"Valdur til formann í serbiska kommunistaflokkinum í 1986 og tók við politiska valdinum árið eftir.
"Koyrdur frá tann 5. oktober í 2000 eftir at hava tapt forsetavalið.
"Handtikin og latin krígs­brots­manna­dóm­stólinum í Haag tann 28. juni í 2001.