Minka um útlátið!

Hugsa globalt – broyt lokalt. Hetta er høvuðsboðskapurin í hesum døgum, nú tað veruliga gongur upp fyri fólki, at veðurlagsbroytingarnar eru manngjørdar.
Vit hava savnað eitt yvirlit yvir tiltøk, sum vit sjálvi kunnu gera til tess at brúka minni orku í gerandisdegnum. Soleiðis ger hvør í sínum lagi mun.

GRØNARI BILKOYRING


Koyr javnt
Harðlig koyring kann økja brennievnisnýtsluna við einum heilum triðingi í mun til varligari koyring. Lat vera við at økja ferðina ella bremsa ov harðliga, og royn at snara róðrinum so lítið sum gjørligt.

Koyr í hægri gervi
Tess hægri gerv, tess lægri snúningsferð á motorinum, og tað minkar brennievnisnýtsluna. Skift í hægri gerv, tá ið tú kanst uttan at overva motorin.

Sløkk motorin, tá ið tú stendur still
Tú kemur ongan veg í tómgongd, men nýtir kortini brennievni. Sløkk motorin,tá ið tú bíðar eftir onkrum, og tendra ikki aftur, fyrr enn tað er neyðugt.

Koyr hóvliga
Nógv ferð gevur størri luftmótstøðu, sum krevur meira brennievnisnýtslu fyri at halda ferðini. Ansa eftir, at snúningsmátarin ikki fer upp í reyða økið.

Koyr sum minst í meldurtíð
Um tú kanst sleppa undan at koyra í meldurtíðini, nýtir tú minni tíð at bíða í ferðsluni, og tá sparir tú brennievni.

Halt javna ferð
Heldur enn at lata motorin ganga í frígiri í undanbrekku, skalt tú varðveita sama snúningstal. Tað merkir, at tú vinnur ferð, sum kann gagnnýtast heilt orkurætt, um tú seinni skalt í mótbrekku.

Stilla motorin
Kanna og innstilla motorin. Ein rætt stillaður motorur kann minka rennievnisnýtsluna við upp til 4%, so skift olju og ger eftir tilráðingunum frá bilframleiðaranum um tænastueftirlit.

Rætt dekktrýst
Dekk við røttum lufttrýsti eru tryggari og halda longur.1 psi ov lágt dekktrýst kann økja brennievnisnýtsluna 3%. Vandi fyri breki er altíð størri á dekkum við ov høgum ella ov lágum dekktrýsti.

Ansa eftir vektini
Hvørji eyka 45 kg í bilinum kunnu økja brennievnisnýtsluna við 1-2%. Tak óneyðugar lutir ella viðføri, ið økja vektina, úr bilinum.

Halt vindeyguni aftur
Vindur, ið blæsur inn ígjøgnum eitt opið vindeyga, minkar ferðina á bilinum. Um tú so trýstir eitt sindur eyka á ferðilin fyri at fáa ferðina upp aftur, økir hetta brennievnisnýtsluna.

Nýt røttu oljuna
Nýt altíð ta av bilframleiðaranum viðmæltu dygdarmotoroljuna, tí tað kann minka brennievnisnýtsluna 1-2%. Betri motorolja kann eisini betra um motordygdina.

Kanna luftfiltrini
Luftfiltrini halda óreinskum burtur, so motorurin ikki verður skaddur. Við at skifta eitt typt luftfiltur, kanst tú minka brennievnisnýtsluna við upp til 10% og verja motorin.

--

OLJUNÝTSLA

Føroya Shell sigur soleiðis: Um oljan verður nýtt við skynsemi, sparir tú pening. Samfelagið fær eisini ágóða burtur úr skynsamari oljunýtslu, tí umhvørvið verður minni dálkað. Tess minni orku vit øll brúka til hita, tess minni verður vakstrarhúsárinið av CO2 útláti - ella sagt við øðrum orðum: "Reinari brenningin er, færri verða nøgdirnar av skaðiligum evnum í náttúruni, og vit verða øll vinnarar."

Fylg við hitanum í húsinum
Fyri hvørt hitastig, tað verður kaldari inni, sparir tú fimm prosent. Tað nýtist ikki at vera heitari enn 21 stig í rúmum, har tú ofta heldur til. Skrúva hitan eitt sindur fyri, tá ið tú ert úti og um náttina – tó ikki meiri enn fýra stig, tí annars verður ov dýrt at hita uppaftur.

Spar heita vatnið
Tað er kostnaðarmikið at hita vatn. Far undir brúsuna ístaðin fyri í baðikarið. Eitt baðikar tekur umleið 180 litrar, og ein brúsa nýtir á leið 10 litrar um minuttin.

Skrúva hitan fyri undir útlufting
Lufta heldur stutt út nakrar ferðir um dagin, heldur enn at hava vindeygu opin allan dagin. Minst til at skrúva termostatarnar fyri, tí annars seta termostatarnir hitan upp beinanvegin. Lat eisini hurðarnar aftur.

Bjálva húsini væl
Stórur orkumissur er í illa bjálvaðum húsum. Bjálving er ein íløga, sum verður gjørd einaferð. Íløgan er skjót at vinna aftur og er ein varandi sparing. Bjálva loft, kjallara, veggir, vatntanga og rør, hetta hevur við sær eina minni orkunýtslu. Minst eisini til at tætta fugur runt hurðar og vindeygu, tí trekkur elvir til stóra meirnýtslu.

Skift ótøtt vindeygu og gløs
Vindeygu kunnu vera ein stórur orkumissur, tí kann tað loysa seg at skifta til orkugløs, um tú hevur ótøtt, gomul ella punkterað gløs, ella um stakrútar eru í vindeygunum. Orkugløs gera, at hitin sleppur inn, og forðar fyri, at hitin í rúminum sleppur út.

Kanna ketil og oljufýr
Eldri ketlar gagnnýta bert umleið 70-75 prosent av orkuni, meðan nýggir brúka umleið. 90- 100 prosent . Stórur orku- og hitamissur er í ketlum, sum ikki verða reinsaðir, og oljufýrum, sum ikki verða stillaði. Einans tveir millimetrar av sóti í ketlinum hava við sær, at oljunýtslan økist átta prosent. Um oljufýrið steðgar í heilum, kostar tað eyka, hvørja ferð húsið skal hitast uppaftur.

Ikki seta nakað frammanfyri radiatorar og aðrar hitakeldur

--

ELNÝTSLA


Meginparturin av orkuni frá SEV kemur frá stóru oljudrivnu motorunum, sum dálka sera illa. Harumframt stavar ein góður partur av orkuni frá vatnorku.
Á heimasíðuni hjá SEV verður upplýst um, hvussu vit brúkarar kunnu minka um elnýtsluna og gagnnýta orkuna betur. Vit rinda 1,38 kr. fyri ein kWh, kilowatt-tíma.

Flatskíggjar dýrari enn vanligir skíggjar
Sjónvarpsflatskíggjar brúka meira elorku enn vanligir sjónvarpsskíggjar. SEV hevur kannað nakrar skíggjar, og er el-nýtslan úr 85 Watt fyri ein 32 tumma skíggja upp í 287 Watt á tí størsta skíggjanum, sum er 40 tummar. Um sjónvarpið er tendrað 6 tímar dagliga, verður árliga elnýtslan úr 148 kWh (204 kr.) upp í 502 kWh (692 kr.) fyri ávikavist tann minsta og tann størsta flatskíggjan.
Er sjónvarpið tendrað 10 tímar dagliga verður árliga elnýtslan ávikavist 248 kWh (342 kr.) upp til 838 kWh (1156 kr.). Til samanbering kann nevnast, at eitt vanligt 28 tumma sjónvarp við myndarøri brúkar umleið 100 Watt, og gevur hetta 219 kWh (302 kr.) í árligari elnýtslu.

--

STAND BY

Sløkk og spar 1000 krónur
Eitt vanligt føroyskt húsarhald brúkar umleið 6.000 kWh (8.280 kr.) árliga í elorku.
Ein partur av hesi elorku, umleið 10 prosent ella 600 kWh (828 kr.) er standby-nýtsla.
Vanliga eru eini 8-10 eltól í standby-støðu. Um tú ístaðin sløkkir hesi tól, sparir
tú umleið 600 - 1.000 kr. í elorku árliga. Sløkk kontaktina á vegginum, um tú vilt vera viss í, at tólið er avbrotið.

Hesi tól eru vanliga í standby-støðu:
Parabolur
Antennustyrkjari
Rørsluboðari
Lágvoltshalogenlampa
Klokkuradio
Uppvaskimaskina
Vaskimaskina
Turkitrumla
Klokka á komfýri og mikrobylgjuovni
Sjónvarp
Sjónbanda- og DVD-tól
Stereoútbúnaður
Telefaks
Telefonsvarari
Telduútgerð
Battaríløðari

--

KLÆDNAVASK OG UPPVASK

Brúka vaskimaskinuna rætt
Vaskimaskinan nýtir stórt sæð líka nógva elorku, um hon er hálv ella full av klæðum. Fleiri nýggjar vaskimaskinur hava mongdarstýring og taka vatn inn eftir nøgd og slagi av klæðum. Á tann hátt spara tær orku, vatn og sápu.

Forvask er aloftast óneyðugt
Eru klæðini lítið dálkað, er forvaskið óneyðugt. Hetta sparir umleið 20% av orkuni.

Nýt lítlan hita
Hitin og elnýtslan fylgjast. Ofta ber til at brúka 60 í staðin fyri 95 hitastig, ella 40 í staðin fyri 60 hitastig. Sparingin er umleið 35-45 % í báðum førum.

Sentrifugera væl
Sentrifugera væl og virðiliga. Elnýtslan til sentrigugering er sera lítil sammett við tað, sum trukitrumlan brúkar.

Fyll turkitrumluna rætt
Turkitíðin økist, um ov nógv klæðir verða koyrd í turkitrumluna. Hetta veksur um orkunýtsluna, og harafturat verða klæðini rukkut. Ov fá klæði í turkitrumluni økir óneyðugt um turkitíðina. Fylg brúkaravegleiðingini.

Reinsa filtrið
Tað er umráðandi at reinsa filtrið, hvørja ferð turkað verður. Tá filtrið er skitið, tekur tað longri tíð at turka klæðini, og orkunýtslan verður størri.

Nýt kalt vatn til uppvaskimaskinuna
Tú sparir orku, um tú setur uppvaskimaskinuna til kalt vatn. Hon hitar sjálv vatnið í tann mun, tað er neyðugt.

Spar heitt vatn
Tað er ikki neyðugt at skola av, áðrenn tú setur í uppvaskimaskinuna. Tað er nóg mikið at skava matleivdirnar av.

Brúka ongantíð ov nógvan hita
Brúka ikki meira hita enn neyðugt. Vaska tó av og á við 65 hitastigum, so maskinan verður reinsað. Til alt vanligt uppvask er nóg mikið at vaska við 50 hitastigum.
Fyll uppvaskimaskinuna, áðrenn hon verður tendrað.

Hong klæðini upp
Fá tær eitt gott snóratræ. Hvørja fer, tú ikki brúkar turkitrumluna, men heingir klæðini upp í staðin, sparir tú umhvørvinum fyri trý kilo av CO2.

--

MATGERÐ


Stilla kókipláturnar rætt
Trinreguleraðar kókiplátur - vanliga seks trin - skulu setast á hægsta trin, til grýtan kókar. Síðani verður skrúvað niður, so grýtan ikki missir kókið. Termostatstýrdar plátur og plátur við kókiautomatikki stýra sjálvar effektini, tá tær verða rætt stillaðar frá byrjan.

Grýtan skal vera bein
Grýtur og pannur við skeivum botni nýta upp til 50% meira orku enn neyðugt.

Grýtan skal hóska til kókiplátuna
Grýtan má ikki vera minni enn plátan. Verður ein 16 sentimetrar grýta sett á eina 18 sentimetrar plátu, fara upp til 25% av orkuni til spillis.

Minst til lokið
Ein grýta uttan lok brúkar upp í tríggjar ferðir so nógva orku sum ein við loki. Hav í huga, at lokið skal liggja tætt niður á grýtuna.

El-ketilin
Kóka vatn við el-ketli.

Kókipláta í staðin fyri ovn
Um maturin verður gjørdur á kókiplátu í staðin fyri í ovni, ber til at spara upp í 70% av orkuni.

Nýt eftirvarman
Sløkk plátuna fimm minuttir, áðrenn maturin er liðugur.

Hav nógv í bakarovninum í senn
Skulu rættirnir vera líka heitir, ber væl til at baka og steikja í senn, bæði í heitluftsovni og í vanligum ovni. Sparast kunnu umleið 60% av elnýtsluni, um eitt nú kjøt, fiskur, eplir og køka verða sett í ovnin samstundis í staðin fyri hvørt eftir annað.

Nýt for-og eftirhita
Millum 10-25% av elnýtsluni kunnu sparast, um ovnurin verður tendraður, tá maturin verður settur inn, og sløktur aftur 10 minuttir, áðrenn rætturin er liðugur.

Nýt hóskandi steikiføt
Brúka føt, ið hóska til nøgdina av matinum. Tess minni fatið er, tess minni vatn skal fordampast, og soleiðis verður minni orka brúkt.

Tiðna matin
Ein fryst steik nýtir umleið 30% meira tíð og orku, enn ein sum er tiðna. Minst tí til at seta steikina í køliskápið at tiðna í góðari tíð.

Ovngrillin er orkukrevjandi
Um ovngrillin verður nýtt við opnari hurð, verður seks ferðir so nógv orka brúkt til grillstoktan høsnarunga, sum til grýtustoktan.

Vel gass fram um el. Vel induktionskomfýr fram um vanligan elkomfýr.

Nýt minni av tí grønmetinum, sum ikki hoyrir til árstíðina. Eitt nú hoyra tomatir, salat og piparfrukt ikki til um veturin, men verður dyrkað í stórum vakstrarhúsum, sum nýta ovurnógva orku.
Keyp færri feskar vørur, sum verða fluttar yvir long strekki.
Minka um nýtsluna av skeljadjórum, sum krevja stórar nøgdir av orku í framleiðsluni.
Keyp vørur, sum eru framleiddar so tætt at handlinum sum gjørligt. Nógv vøra verður køld niður undir flutninginum og dálkar tí serliga illa.

--

KØLISKÁP OG FRYSTARAR

Fimm hitastig í køliskápinum
Køliskápið eigur ikki at vera kaldari enn fimm hitastig. Fyri hvørt stigið, tað er kaldari, økist elnýtslan umleið 5%. Nýt eitt termometur at kanna hitan í køliskápinum.

Kanna pakningin í hurðini
Pakningurin skal vera heilur og bleytur. Tá hurðin er aftur, skal hon vera so tøtt, at eitt pappírspettið, ið verður lagt ímillum, hongur fast.

Nýt køliskápið at tiðna í
Nýtir tú køliskápið at tiðna frystar vørur í, sparir tú orku. Kuldin frá einum kilo av frystum kjøti svarar til elnýtsluna, ið eitt vanligt køliskáp nýtir í ein tíma. Lat ikki køliskápshurðina óneyðugt upp, og lat hana ikki standa opna óneyðugt. Hvørja ferð hurðin verður latin upp, fer kalda luftin út, og heit luft kemur inn. Tað krevur orku at køla luftina aftur. Set ikki heitan mat beint í køliskáp ella frystara.

18 kuldastig eru nóg mikið í frystaranum
Ikki er neyðugt at hava meira enn 18 kuldastig í frystaranum. Fyri hvørt stigið, tað er kaldari, veksur elnýtslan umleið 5%. Avríma frystaran minst einaferð um ári. Nýt bert snarfrystikontaktina, tá stórar nøgdir - meir enn trý kilo - skulu frystast. Nýt ikki snarfrysting meira enn eitt samdøgur í senn.

--

LJÓS


Nýt ljósdoyvara
Tørvurin á ljósi í einum rúmi skiftir. Tí er ljósdoyvari góður. Doyvt ljós brúkar minni orku.

Nýt spariperur
Spariperur lýsa 4-5 ferðir betur enn vanligar perur við somu elnýtslu og hava 8-10 ferðir longri livitíð. Ein 7 W sparipera lýsir nærum líka nógv sum ein vanlig 40 W pera. Spariperur fáast úr 5 upp í 32 W, og ljósliturin er á leið tann sami sum tann, ið kemur frá vanligum perum. Spariperur kunnu í nógvum førum brúkast í staðin fyri vanligar perur.

Tendra og sløkk
Spariperur kunnu tendrast og sløkkjast júst sum vanligar perur. Tað loysir seg best at nýta spariperur í lampum, sum verða nógv brúktar og eru tendraðar leingi hvørja ferð. Hav í huga, at spariperur vanliga ikki kunnu nýtast saman við ljósdoyvara.

Halogenperur
Hesar perur eru væl egnaðar til ávís øki, meðan ongin sparing er í at nýta tær til hølisljós. Ein halogenpera er ikki tað sama sum ein sparipera.

Reflektorperur
Hesar perurnar spara orku, tí tær beina ljósið ein ávísan veg. Ein 40W reflektorpera ger somu nyttu sum ein vanlig 100W pera, um ljósið bert skal lýsa á eitt ávíst stað.

Skift til lágorkuperur
Vit spara bæði pening, og verja nógv betur um umhvørvið, um vit nýta lágorkuperur í staðin fyri vanligar ljósperur.
Lágorkuperur brúka sammett við vanligar ljósperur bara umleið ein fjórðing ella ein fimtapart av elorkuni.
Skift tær 10 mest brúktu ljósperurnar í húsinum til lágorkuperur, so hvørt tær bresta.

Følari á útilyktina
Set ein følara á útilyktina, so ljósið bert verður tendrað, tá tørvur er á tí.

SLØKK!!
Sløkk í rúmum, sum ongin er í.


--

Brúkarin hevur ræðið



Eftir hart trýst frá brúkarum, gera stórar handilsketur sítt til fyri at minka um burturkastið og elnýtsluna, og harvið eisini um útlátið og dálkingina

Umhvørvi
Rigmor Dam
[email protected]

Eftir at aktivistar í Onglandi í fleiri ár hava blakað pakkitilfarið frá sær inni í handlinum, eru matvøruhandlarnir farnir undir at menna nýtt og umhvørvisvinarligt pakkitilfar. Annaðhvørt við at minka um nøgdirnar, ella við at nýta endurnýtslutilfar.
Millum annað hevur risastóra Sainsbury-ketan lovað, at innan 1. september skulu allir lidnir døgurðarættir pakkast í lívrunnið tilfar, sum kann burturbeinast til sankutø. Ætlanin er eisini at minka árligu nøgdina av pakkitilfari við fimm prosentum.
Í Týsklandi standa stór ruskíløt framman fyri stóru matvøruhandlarnar, har kundarnir kunnu leggja alt óneyðugt pakkitilfar í.

Eisini discount handilin
Heimsins størsta discount-handilsketa, amerikanska Wal-Mart, ætlar eisini at broyta stíl og gerast meira umhvørvisvinarligt. Málið er, at nøgdin av burturkasti skal minka við 25 prosentum, og útlátið av vakstrarhúsgassi skal minka við 20 prosentum innan 10 ár.
Harumframt er ein nýggjur “grønur” handilsútbúnaður, sum brúkar 25 prosent minni orku, liðugur um fýra ár. Sambært danska blaðnum Ingeniøren, er Wal-Mart, í samstarvi við General Electrics, til reiðar at tvífalda søluna av spariperum á hvørjum ári. Málið er at selja 100 milliónir spariperur í 2008. Hetta hóast vanligi amerikanarin er sera ivasamur mótvegis tílíkum.

Avgjøld á burturkastið
Nógv lond seta avgjøld á pakkitilfar. Hetta merkir eitt nú, at vørurnar hjá IKEA í Sveis eru ballaðar í minni pakkitilfar enn í Danmark. Í Sveis rinda fólk fyri at fáa burturkastið beint burtur. Vanliga tíggju krónur fyri ein 35-litrar sekk. Afturfyri ber til at lata glas, plast, jarn og tílíkt í bingjur, so tað verður endurnýtt.

--

Et meira grønt


Kjøtframleiðslan dálkar nógv meira enn grønmeti. Húsdjór prumpa og ropa, og stórar mongdir av metan og láturgassi dampa úr køstinum.
Harumframt er orkunýtslan til at framleiða malið kjøt átta ferðir hægri enn til grønt ella bønir. Eisini skulu stórar mongdir av orku til at framleiða djórafóður, brennievni til flutning av fóðri og djórum. Umframt alla orkuna, sum verður nýtt á sláturvirkjunum.

--

Flogfør stórir syndarar



Ferðslan við flogførum er tann skjótast vaksandi orsøkin til útlát av ov nógvum vakstrarhúsgassi. Kortini fevnir flogferðsla ikki í Kyoto-sáttmálanum, og ongastaðni verða avgjøld løgd á bensin til flogfør.
45 prosent av flogferðunum í Europa strekkja seg yvir minni enn 500 km. Hesar ferðir kundu eins væl farið fram við bussi, skipi ella toki, sum bert dálka ein tíggjundapart av tí, sum eitt flogfar dálkar.
Prísurin á flogferðaseðlum er eisini lækkaður munandi. Seinastu 10 árini er kostnaðurin á flogferðaseðlum eitt nú í Onglandi minkaður við 42 prosentum, meðan prísurin á bussferðaseðlum er hækkaður við 42 prosentum.
Roknað verður við, at flogferðslan verður trýfaldað í Onglandi fram til 2030.

--



Droppa keypivatnið

Útlendsk kelduvatn verður flutt upp gjøgnum Europa í lastbilum, og síðani siglt til Føroyar. Um tú annars er sunn og frísk, er vatnið í krananum eins gott og smakkar minst líka væl, sum tað tú keypir.

-- Tak tasku ella net við, tá tú keypir inn. Tað kostar CO2 at framleiða og at brenna posar av plasti.

-- Vel vørur, sum hava umhvørvismerking – svanan ella EU-blómuna

--
Súkkla: Hevur tú 20 km til arbeiðis, sparir tú umhvørvinum fyri 800 kg CO2 áliga, um tú súkklar heldur enn at koyra bil. Tað svarar til 300 litrar av bensini.

--

Vanlukkan er somikið umfatandi, at tíðin er ikki til hálvar loysnir. Tíðin er inni til kollvelting. Kollvelting av tilvitskuni, kollvelting av búskapinum og kollvelting av politisku tiltøkunum.

Jacques Chirac, forseti Fraklands, fríggjadagin, tá veðurlagsfrágreiðingin hjá ST varð almannakunngjørd

--

Meiri enn helmingurin av samlaða CO2 útlátinum stavar frá orkuframleiðslu.
Flutningur stendur fyri einum fjórðingi av samlaða útlátinum av CO2.

--

Keldur:
www.sev.fo
www.shell.fo
www.dn.se
www.eb.dk
www.politiken.dk
www.planestupid.com