Minkar flotin ov nógv – minkar veiðan

- Sjálvandi kann tað hava sínar fyrimunir, um tað verður rúmsáttari á fiskileiðunum, men minka vit flotan ov nógv, kemur minni fiskur uppá land, sigur reiðari

Fiskivinna

 

Í Sosialinum í gjár helt Kári Petersen, búskaparfrøðingur, at tað ger einki, um okkara fiskiskipafloti, sum fiskar á Føroyagrunninum, minkar við fleiri skipum. Hetta segði hann í sambandi við tær tvingsilssølur, sum hava verið av føroyskum ísfiskatrolarum. Hann segði seg tó ikki vænta, at hesi skip – ella teir fiskidagar, sum hesi skip eiga – fara at hvørva úr okkara fiskidagaskipan.

Tummas Christophersen, reiðari í Vestmanna, er í ein ávísan mun samdur við Kára Petersen.

- Tað er rætt, at um nøkur skip verða færri á Føroyagrunninum, verður rúmligari hjá teimum, sum eftir eru. Men minka vit flotan ov nógv, kemur minni fiskur uppá land.

Reiðarin vísir á góða upsafiskiskapin, sum verið hevur í fleiri ár, har skip í stóran mun hava siglt full undir lúkurnar til lands.

- Tað sigur seg sjálvt, at hvørt skipið sær kann ikki sigla við meira enn fullari last. Hetta merkir so aftur, at verða nógv færri skip á grunninum, kemur minni fiskur upp á land.

Olaf Olsen, royndur reiðari gjøgnum mong ár, sum situr á størsta talgrundarlagið, sum finst um nakran føroyskan fiskiskipabólk, segði fyrr í summar, at við einum minni fiskiflota fáa vit kanska eina javnari veiði – men vit fáa samstundis eina javnari, men minni veiði.

Eitt er sjálvt veiðitrýstið. Annað er náttúran, og hon háttar sær ymiskt.

Hava vit ein lutfalsliga lítlan fiskiflota, kemur minni fiskur upp á land tey góðu árini, enn tað annars hevði komið við einum lutfalsliga størri fiskiflota.

Tummas Christophersen vísir á, at við einum minni partrolaraflota fær fiskurin sjálvsagt betri frið – og gerst soleiðis helst eisini betri at fáast við.

- Roynir tú einsamallur á einum velduga stórum øki, hevur tað ivaleyst sínar fyrimunir fyri teir, sum eru har, men at samlaða veiðan ikki fer at minka við einum lutfalsliga lítlum fiskiflota, hevur búskaparfrøðingurin ikki rætt í, sigur reiðarin í Vestmanna.

Hann vísir eisini á, at Kári á Rógvi, tinglimur Sjálvstýrisfloksins, hevur samanborið trolið, sum rekur fisk við fjallmenn, sum reka seyð í rætt.

- Ein slíkur samanburður er púrasta burtur við. Seyðurin kann ikki flúgva, men fiskur kann saktans svimja upp um ta hædd, sum trolið, ið gongur eftir botninum og einar sjey metrar upp, hevur.

Tummas Christophersen sigur, at Kári á Rógvi hóskandi kundi samanborið trol og fisk við fjallmenn, sum reka krákur, sum hann tekur til.