Í næstum verður Spaniastova í Klaksvík karmur um eina heiðurskonsert fyri Elvis Presley. Tað verður Jens Lisberg, ið kemur at syngja.
Á konsertini verða løg hjá Elvis Presley spæld, og somuleiðis verður sagt frá søgum um lívið og tónleikin hjá rokk-konginum.
- Lagt verður eftir at liggja tætt uppat uppruna framførslunum, tó við ísletti frá tónleiki sum vit kenna hann í dag. Ynskið er, at konsertin skal vera ein góður møguleiki at minnast aftur á ta tónleikamentan, sum Elvis legði eftir seg, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Í fjør varð skipað fyri heiðurskonsertum í sambandi við, at tað vóru 40 ár síðani, at Elvis doyði. Góðu afturmeldingarnar tá fingu fyrireikararnar til at royna seg enn einaferð í ár.
Umframt Jens Lisberg verða hesir tónleikararnir við: Elspa Samuelsen, Malan Hansen, Torbjørn Lisberg, Sámal Lindenskov, Ólavur Øster, Heini Fosaa og Jóhan Martin Jacobsen.
Konsertin verður í Spaniastovu leygardagin 27. oktober klokkan 22.