Minni enn túsund fjórðingar eftir á mál

Manningin umborð á Trio, har Livar Nysted úr Hvannasundi er umborð, hevur nú minni enn túsund fjórðingar eftir á mál.

Tað skrivar heimasíðan trip.fo sum fylgir ferðini.

Livar Nysted og hinir umborð rógva tvørtur um Indiska havið, úr Avstralia til oynna Mauritius. Teinurin er 6500 kilometrar.

Tað fer væntandi at taka einar 15 – 20 dagar at rógva seinasta teinin, um veðrið er tilvildar.