Minnigarorð um kæru mammu mína

Marnu Hansen f. Tróndheim, Leirvík.

f. 21.08.40, d. 11.06.08

Tað er sera tungt at skriva minningarorð um mammu, tí saknurin er stórur, og so eru tað einans tvey ár síðan pápi doyði, tey blivu einans 67 og 68 ára gomul.


Mamma var nr. 8 í røðini í einum barnaflokki uppá 13. Sum ung fór hon til Klaksvíkar at arbeiða, har hitti hon pápa og 24. januar 1960 giftust tey.


Eg fór sjálv sum ung til Klaksvíkar at arbeiða, og har hitti eg eisini mannin eg giftust við. Tá mamma og pápi skuldi hava teirra seinasta barn, Tove, var eg eisini upp á vegin við okkara fyrsta. Mamma átti í august og eg í oktober. Hettar gjørdi sjálvandi tað at vit høvdu ótrúliga nógv saman.


Mamma var altíð góð at heita á, um tað var til at ansa teymum smáu, ella tá okkurt plaggið skuldi bindast, so var hon har. Eisini var hon trúðføst at arbeiða. Tey fyrstu mongu árini eg minnist, arbeiddi hon á knettivirkinum og tey seinastu árini á flakavirki.


Mamma uplivdi at fáa 17 ommubørn og 5 langommubørn. Øll hava tey notið gott av at mamma var so røsk at binda.


Mamma, eg eri so kedd av at tú ikki upplivdu at Jón bleiv liðugur sum prestur, tað hevði tú glett teg soleiðis til. Eisini hevði tú ætlanir um at koma niður í 50 ára føðingardag hjá Hanus og til 100 ára føðingardag hjá Trinu mostur, men soleiðis skuldi tað ikki vera.


Í oktober seinasta ár fekst tú boðini um at tú hevði kreft. Joan og eg vóru saman við tær á Hotel Tórshavn, tá tú fekst boðini, tað var ein tung løta, men tú mamma, var tann ið tók tað lættast. Trods hesi ringu tíðindi, so minnist eg við gleði aftur á dagarnar á Hotel Tórshavn og túrarnar vit gjørdu í Keypmannahavn.


Heimaftur komin fekst tú kemo, men sjúkan hevði spreitt seg, tað var bara spurningur um tíð. Men hvat er tað gott at vita, at hvørja ferð vit tosaðu saman, so segði tú at tú var klár at fara heim til Jesus.


Mamma, eg eri so glað fyri at tú fekst tínar seinastu dagar heima hjá Vibeku og Asbjørn, tað gjørdi tað munandi lættari hjá okkum at vera saman við tær. Har á kamarnum kundi vit syngja, halda andaktir og eisini hevði prestur altargongd, ja, tað vóru ríkar løtur. Minnist so væl sunnukvøldið 8. juni. Vit hødu verið á møti í missiónshúsinum. Aftaná møti komu Anna, Tórhild og Inga at vitja, og sungu tær eisini fyri tær. Hetta kvøldið ynskti tú sangin “Eg visti um Jesus og hansara leið”, hettar varð eisini seinasta sangynski hjá tær á hesi jørð. Aftaná segði tú við meg: Eg havi verið á møti í kvøld. Og tað hevði tú sanniliga verið.


Tríggjar dagar seinni doyr mamma. Meðan vit øll standa við seingina og siga farvæl, og siga at vit elska hana og at vit gleða okkum at síggja hana og pápa aftur heima hjá Jesus, byrjar hon at láta við munninum, mamma hevði tá ikki fingið tosa í tríggjar dagar, við veikari rødd og táravættum eygum sigur hon, at hon eisini elskar okkum og at hon gleðir seg til at síggja okkum aftur har heima, síðan andaðist hon.

Mamma, vit elska teg og vit sakna teg. Takk fyri alt.

Eisini takk til míni syskin, Sofus, Joan, Julian, Vibeku og Tove, takk fyri tíðina heima.


Hann beyð mær so eymligt at fylgjast við sær,

og sál míni gleði hann gevur frá sær,

tó sorgirnar koma, men hvat sakar tað?

Meg Jesus skal fevna í himli ein dag!

Hms. 382 ø.4


Ærað verður minnið um okkara elskaðu mammu, vermóður, ommu og langommu.

Vit síggjast, dóttir tín Maria.